07. februar 2021

Vika Sex 2021

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini.

Seksualundirvísing á miðnámi

Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá! skipa aftur í ár fyri VIKU SEX, har ljós verður varpað á kropp, kenslur, fyribyrging, mørk og kropslig rættindi. 

Fyriskipararnir handan Viku Sex hava aftur í ár skipað soleiðis fyri, at fyrsta árs næmingar á yrkis- og miðnámsskúlum og Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík fáa seksualundirvísing í Viku Sex. Tað er felagið Kyn, sum kemur at standa fyri undirvísingini.

Byrjað verður í dag í Suðuroy, Vestmanna og í Klaksvík og hildið verður fram týsdagin og mikudagin á Glasi og hósdagin fáa næmingarnir á Kambsdali undirvísing. Undanfarin ár hava vit endað við einum almennum tiltaki fyri fakfólk og foreldur. Vegna umstøðurnar við Koronu, er fyrilesturin í ár framleiddur sum ein sending til sjónvarpið. Fyrilesturin eitur: “Keldur til seksualvitan hjá føroyskum ungum” við Marini í Dali, lækna. Hann verður vístur í Kringvarpinum hóskvøldið 11. februar kl 19.50.  

Í ár eru fyriskipararnir við úti á skúlunum, og næmingarnir fáa høvi at tosa við fyriskipararnar og hoyra, hvørjum arbeitt verður við, og næmingarnir fáa høvi at seta spurningar og luttaka í kappingum.

Fyriskipararnir bjóða: 

postkort
krabbagággu
hít
bomm
endurskin
pennar
 

Ynskiligt hevði verið, um vit eisini kundu bjóðað næmingum í Fólkaskúlanum undirvísing, men hetta verður tíverri ov umfatandi.

Fyrireikararnir eggja tó lærarum at taka evnið upp í sambandi við vikuna. Til hetta hevur Nám lagt tilfar á www.snar.fo, sum lærarar kunnu nýta í undirvísingini í Viku Sex.

Endamálið við Viku Sex er at menna seksualundirvísingina, tí holl vitan um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni hava jaliga ávirkan á, hvussu vit trívast.

Vegna fyriskipararnar

Amnesty, Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi og Almannamálaráðið/Sig frá!