Krabbagággan

ABC krabbagággan er eitt gott amboð, til at tosa um sálarliga heilsu. Um alt tað, sum ger lívið vert at liva - tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði.

Krabbagággur

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt tvær ABC krabbagággur. Ein er ætlað børnum og ungum upp til umleið 13 ár og ein er ætlað ungum frá umleið 14 ár og vaksnum.

Krabbagággurnar kunnu brúkast til bæði børn, ung, vaksin og eldri og millum ymisk ættarlið. Krabbagággurnar eru eisini hentar at brúka í ymiskum felagsskapi, til at seta samrøður í gongd, tá fólk ikki kennast so væl.

ABC krabbagággurnar kunnu brúkast í familjuni, millum vinir, til føðingardagar, á fundum, til tiltøk o.s.fr.

Prenta krabbagágguna, og fylg vegleiðingini á baksíðuni.