Tróndheimfrágreiðingin

Trondheimskunngerðin – Ráðstevnu útgávan, endalig (óredigerað) 29.08.2014 Rættvíst býti millum heilsu og trivnað – eitt politiskt væl! Tær norðurlendsku fólkaheilsuráðstevnurnar hava eina langa

Tróndheimkunngerðin

Trondheimskunngerðin – Ráðstevnu útgávan, endalig (óredigerað) 29.08.2014

Rættvíst býti millum heilsu og trivnað – eitt politiskt væl!

Tær norðurlendsku fólkaheilsuráðstevnurnar hava eina langa siðvenju. Hesar byrjaðu í 1987¹ og hava síðan tá ment seg til at vera ein pallur til at skifta royndir sínamillum, nýmenning og kjak í sambandi við greining av fólkaheilsuarbeiði í norðurlondum. Vit byggja á royndir, vitan og yrkisroyndir í okkara londum og heiminum annars og viðurkenna altjóða yvirbygnað gjøgnum røðina av ráðstevnum um fólkaheilsuarbeiði frá “Ottawa Charter for Health Promotion” í 1986 til “ The Helsinki Statement on Health in All Policies” í 2013². Tær alheims, landsparta- og  tjóðskaparligu greiningarnar av samfelagsligu heilsuavgerðartættunum (helsedeterminanter) hava givið týðandi vitan, hvat ið átøkum viðvíkur. Tey norðurlendsku londini hava eina langa siðvenju sum undangongufólk í altjóða høpi, við tí fyri eyga at menna virkisætlanir, fyrimyndir og samhaldsfast at útvega tilfeingi, til tess at betra um altjóða heilsu. Í 2012 samdust øll 53 limalondini í Europaøkinum “Heilsa 2020” at bøta um eina rammuætlan og virkisætlan, soleiðis at býtið millum heilsu og trivnað skuldi gerast rættvísari í 2020 í teimum ymsu økjunum. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu eina felags yvirlýsing frá teirri norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni.

Á teirri 11. Norðurlendsku Fólkaheilsuráðstevnuni í Tróndheimi, Noreg 26-29. august 2014, vórðu tey 747, sum tóku lut, eftir førimuni og við egnari ábyrgd, umboðandi ymsar leiklutir, øki og lond í norðurlondunum, samd um hesar útsagnir:

Heilsa og trivnaður í samfelagsmenningini

Hyggja vit at heilsu og trivnaði hjá borgarunum, sæst, hvussu væl politisku átøkini hava hepnast við atliti at einum av teim týdningarmestu uppgávunum. Heilsa og trivnaður eru bæði ein fortreyt og íløga í tað góða lívið, eitt úrslit av og ein ábending um eitt samhaldsfast og burðardygt samfelag.

Vit vita, at samhaldsfastur ójavni í heilsu, sum skapar eitt mynstur í fólkasamanseting, er eitt úrslit av einum ójavnum býti av makt, peningi og tilfeingi í samfelagnum. Tann samfelagsligi ójavnin í heilsu er ikki rímiligur og er órættvísur og er sprottin úr teimum samfelagsligu - og teim materiellu fyritreytunum hjá fólki heilt frá føðing, uppvøkstri, vaksnalívi og til elli.

Í okkara norðurlondunum: Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki er menningin í fólkaheilsuni nær knýtt at politikki- og vælferðarmenning í londunum. Okkara alheims vælferðarskipanir saman við miðvísum átøkum eru grundleggjandi.

Norðurlond hava eina serstaka ábyrgd mótvegis umstøðum, sum eru eru við til at skapa heilsu og trivnað, tað er búskaparligari trygd og býti, bústaði og uppvakstrarumstøðum, skúla og útbúgving, arbeiðslívi og arbeiðsumhvørvi, heilsutænastum og vælferðarskipanum, og harafturat mentan og frítíð. Sum grundarlag fyri menningini liggur ein fólkaræðislig skipan við styrktum sjálvstýri,  bæði í økjunum og lokalt, har ávirkanin er stór á samfelagstættirnar, ið ávirka livikor, heilsu og trivnað hjá fólki.

Í alheims høpi er fólkaheilsan í norðurlondum heilt góð. Samstundis eru týðandi avbjóðingar fyri framman. Samanborið við onnur lond, hava vit ikki loyst okkara størstu avbjóðingar – at minka um sosiala ójavnan í heilsu. Vit hava soleiðis mist teir størstu fólksligu heilsuvinningarnar. Arbeiðast má ímóti heilsumununum, sum síggjast í sosiala ójavnaðinum fíggjarliga, kyni, tjóðarsamleika, virkisstøði og kynsligum fráviki.

Rætturin til heilsu er grundleggjandi. Tilfeingi og møguleikar mugu býtast soleiðis, at fólk kunnu laga sítt lív samsvarandi egnum ynskjum og tráanum fyri seg sjálvi og samfelagið.

Fevnandi samfelag, har menniskja er í miðdeplinum.

Rættvíst býti av heilsu og trivnaði treytar:

Átøk móti grundleggjandi orsøkum fyri trivnaði og heilsu

Íløgur mugu gerast í almenna vælferð sum bústað og uppvakstrar-umhvørvi, skúla og útbúgving, arbeiðslív, arbeiðsumhvørvi, heilsutænastu og vælferðarskipan, til góð livikor.

Fyri at fremja sálarliga heilsu og trivnað, mugu vit stimbra samfelagslig netverk, luttøku og  samfelagsligan stuðul í tí dagliga.

Tað er tørvur á styrktum samfelagsligum átøkum, til tess at fyribyrgja sjúkum, ið ikki smitta, gjøgnum skyldir í alheims virkisætlanini hjá NCD hjá WHO. Átøk innan økini føðsla, kropsligt ágrýtni, tubbak, alkohol og rúsevni, skaðar og ólukkur og sálarlig heilsa má eisini leiðast at teimum orsøkum, ið eru bygdar á fatanina av politiskari og handilsligari drívmegi, sum liggja djúpari.

Vinningur kann fáast bæði við eini góðari byrjan av lívinum, við at fremja heilsuna hjá ungdóminum, átøk í arbeiðslívinum og virkni,  góð heilsa og trygd á ellisárum.

Leiðsla í samanspæli og veruligum fremjingarvila

Stýring handlar um ábyrgd og leiðslu, ið geva úrslit.

Virkisskráir, ætlanir og mál eru ongantíð betri enn verksetingin ásetur. Politikkur við atliti at einum rættvísum býti av heilsu og trivnaði, uttan tilfeingi, bygnað og veruliga politiska ábyrgd, fer at hava lítla ávirkan.

Fyri at lúka treytirnar til ábyrgd,  krevjast mál, ið kunnu røkkast, fyri at fremja heilsu og trivnað, soleiðis at minkast kann um samfelagsligar ójavnar.

Samfelagsmenning í sambandi við heilsu og trivnað, krevur samstarv um mørk millum geirar við somu treytum um samfelagsmál og sínámillum virðing. Vit mugu royna at fáa sínamillum nyttu gjøgnum samstarv við teimum sambandum, vit hava, men eisini viðurkenna møgulig mótstríðandi áhugamál og arbeiða fyri loysnum.

Vit hava brúk fyri opinleika og virka fyri saman at náa betri úrslitum og at eggja til nýtslu av øllum tí tilfeingi, ið er tøkt samfelagsliga og menniskjum.

Metingar av avleiðingum mugu fevna um býti av heilsu og trivnaði.

Breitt vitanarstøði og royndir

Vit hava eitt gott grundarlag fyri atgerðum, men mugu eggja til meiri rannsóknir, til tess at finna atvoldssamanrenningar, gjøgnumførslu og árin av tiltøkum.

Menning av fólkaheilsuarbeiðnum krevur innlit í nógv yrki og ráð og brúk er fyri ymsum mannagongdum og luttøku.

Átøk mugu eftirmetast við einum fjølvísindaligum atliti, har vit læra av royndum.

Samfelagslig burðardygg grannaløg og heilsufremjandi nærumhvørvi.

Tað er har, ið fólk liva, virka og búgva, vit kunnu laga tær góðskumetingar, ið fremja heilsu, trivnað og tilknýti.
Nærdømis og landsparta viðskiftafólk nærmast fólkinum eru stirilin í fólkaheilsuarbeiðnum. Teimum mugu tryggjast nóg dygt tilfeingi og førleiki.
Vit mugu gera íløgur í nærdømini, sum fremja luttøku, fólkslig sambond og savningarstøð, virkishug og tryggleika.

Nógv mugu geva sítt íkast – ráð, veitarar og viðleikarar

Nógvir samfelags leikarar hava eina ábyrgd, tá tað ræður um rættvísa heilsu og trivnað. Tann endaliga ábyrgdin liggur hjá okkara landastýrum.

Statur, landspartar og kommunur hava øll eina ábyrgd, men hava ójavna ávirkingarmegi.

Frívillig feløg (NGOs) fremja eitt týðningarmiki arbeiði og eru eitt tilfeingi, samstarvari í mannagongdum og tilbúgvingar luttakari.

Heilsutænastur á jøvnum føti kunnu fremja reglubundin átøk, sum fremja rættvísa heilsu og trivnað.

Ein samskipaður statur kann við skipaðaðari stýring, regulering og lóggávu virksamt skapa góðar karmar fyri heilsu og trivnaði tjóðskaparliga, landspartaliga og í nærumhvørvinum.

Luttakara í nærøkinum hava eitt stórt tilfeingi at geva av, tá tað snýr seg um heilsu og trivnað í leiklutinum sum arbeiðsgevari, framleiðari og samfelagsábyrgdarligur felagi.

Vit vilja ábyrgdast fyri

Breiða út boðskapin úr Tróndheimsyvirlýsingini til tey, ið kunnu taka avgerðir.

Átaka okkum leiklutin fyri at náa okkara felags málum og miðum.

Geva okkara íkast til økt norðurlendskt samstarv við atliti at rættvísari heilsu- og trivnaði í norðanlondum og gera okkara til at minka um heilsumunir í altjóða høpi.

Bjóða komandi ráðstevnum at taka av boðskapinum úr yvirlýsingini.                                                                  

¹Esbo (Helsingfors) 1987, Bergen 1989, Århus 1992, Gøteborg 1995, Helsingfors 1997, Kristiansand 1999, Odense 2002, Reykjavik 2005, Østersund 2008, Åbo 2011.

¹¹Adelaide 1988, Sundsvall 1991, Jakarta 1997, Mexico 2000,  Bankok 2005, Nairobi 2009, Helsingfors 2013.

¹¹¹ http://apps.who.int/iris/bitstream/10665/9789241506236_eng.pdf?ua=1