Virkin oktober 2022

Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita sálarliga- og kropsliga heilsu. Fyri fjórðu ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri átakinum “Virkin Oktober”, tí tað er viðkomandi fyri øll, uttan mun til, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella hevur góða sálarliga heilsu.

Tríggir álmanakkar

Virkin oktober er eitt átak frá 1.-31. oktober við trimum álmanakkum; ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Uppskotini í álmanakkunum minna um hvørt annað, men málburðurin og uppskotini eru rættað til aldurin. 

Álmanakkarnir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kanst gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Álmanakkarnir leggja upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálvan, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg. Kanska fært tú áhuga í nýggjum frítíðarítrivum ella fært nýggjar vanar, sum tú tekur við tær víðari í lívinum.  

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni her og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.