Ver virkin við okkum í januar!

Fyri triðju ferð almannakunnger Fólkaheilsuráðið “Virkin januar” álmanakkan, sum er ein álmanakki við 31 uppskotum til, hvussu tú kanst styrkja sálarligu heilsuna í januar.

Virkin januar 2023

Gransking vísir, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga er fyrsta stigið til at betra um og varðveita sálarliga- og kropsliga heilsu. Tað er viðkomandi fyri øll at vera virkin, uttan mun til, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella hevur góða sálarliga heilsu.

Virkin januar 2023 er eitt átak frá 1.-31. januar við trimum álmanakkum; ein til børn, ein til ung og ein til vaksin. Uppskotini í álmanakkunum minna um hvørt annað, men málburðurin og uppskotini eru rættað til aldurin. 

Álmanakkarnir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í januar kanst gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað eru tær smáu gerðirnar, sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Álmanakkarnir leggja upp til, at tú ert virkin, bæði fyri teg sjálvan, saman við øðrum og gert okkurt, sum gevur meining fyri teg. Kanska fært tú áhuga í nýggjum frítíðarítrivum ella fært nýggjar vanar, sum tú tekur við tær víðari í lívinum.  

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni her niðanfyri og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.

Um tú hevur Instagram, kanst tú luttaka í eini kapping við at fylgja Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid” og hyggja eftir okkara uppslagi við eini leiðbeining um luttøku í kappingini. Í stuttum snýr tað seg um, at tú við nøkrum ávísum “hashtags” leggur myndir út á Instagram, sum vísa, hvussu tú ert virkin í januar.

Vinningurin hesaferð er er eitt gávubræv á 4.000 kr. frá Atlantic Airways. Vinnarin fær sostatt møguleika at bjóða onkrum við sær á eina ferð. Á ferðini kunnu tit vera virkin, saman og hugbundin og skapa góð minnir saman.