Hvat er sálarlig heilsa?

Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarliga heilsu á breddan, við eitt nú átøkum sum SUNN SINN og ABC fyri sálarliga heilsu. Tað kann tó vera ógreitt, hvat sálarlig heilsa er, tí sálarlig heilsa kann lýsast á ymiskan hátt.

Fólkaheilsuráðið lýsir, eins og WHO og Sundhedsstyrelsen, sálarliga heilsu á henda hátt:

Sálarlig heilsa er ein støða av trivnaði, har tú sum menniskja kanst menna og royna tíni evni, handfara avbjóðingar og strongd í gerandisdegnum, vera partur av jaligum sosialum sambondum og megnar at geva íkast til felagsskapin.

Sálarlig heilsa er annað og nógv meira, enn bert at halda sálarsjúku burtur. Sálarlig heilsa er eitt jaligt hugtak, og hetta verður lagt dent á í allýsingini hjá WHO um heilsu: Heilsa er ein støða av fullkomiligari likamligari, sálarligari og sosialari vælveru, og ikki bert at sjúka verður hildin burtur.

Sálarlig heilsa er sostatt ikki eitt nýtt heilsuhugtak, men ein partur av yvirskipaða heilsuhugtakinum hjá WHO, á sama hátt sum likamlig heilsa.

Fólkaheilsuráðið arbeiðir við at varpa ljós á sálarliga heilsu, eins og likamliga heilsu, tí tað hevur eins stóran týdning, at vit hava tað gott, trívast og virka í gerandisdegnum – hava eina góða sálarliga heilsu – eins og vit hava eina góða likamliga heilsu. Sálarlig heilsa fremur lívsgóðskuna, og virkar móti tunglyndi og angist.

Hugtakið sálarlig heilsa hevur tvær dimensjónir, ið báðar hava týdning:

  • Eina upplivingardimensjón
  • Eina virkisdimensjón

Sálarlig heilsa snýr seg um upplivingina; at vera nøgdur við seg sjálvan og egið lív, og snýr seg eisini um virkni; at virka væl í gerandisdegnum í samspæl við onnur.

Hóast vit omanfyri greiða frá hvat sálarlig heilsa snýr seg um, kann tað vera torført at vita hvussu tú kanst fremja tína sálarligu heilsu. Við menningarverkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu varpar Fólkaheilsuráðið ljós á sálarliga heilsufremjan sum eitt jaligt hugtak. Við hesi verkætlan fært tú  nøkur ítøkilig og einføld boð, um hvussu tú kanst fremja og styrkja tína sálarligu heilsu, og hvussu samfelagið sum heild (kommunur, feløg og onnur) kann vera við til at skapa góðar karmar fyri hesum. Á henda hátt kunnu vit í felag, vera við til at fremja sálarligu heilsuna hjá íbúgvum í Føroyum.

Undir teiginum "ABC fyri sálarliga heilsu" fært tú nærri kunning um hettar.