Rúsdrekkatilmæli

Í apríl 2022 broytir Fólkaheilsuráðið gomlu rúsdrekkatilmælini. Hetta verður gjørt í tráð við nýggja gransking, sum vísir at rúsdrekka sær út til at kunna gera skaða í minni nøgdum, enn fyrr mett, umframt at kynsmunirnir ikki eru so stórir, tá talan er um hóvliga nýtslu av rúsdrekka. Eisini hevur samband verið við hini Norðurlondini, sum seinastu árini eisini hava hert tilmælini ímun til rúsdrekka

Nýggju tilmælini hjá Fólkaheilsuráðnum eru hesi:

Aðaltilmæli

Drekk sum minst av alkoholi, tí at eingin alkoholnýtsla er vandaleys fyri heilsuna.

Undirtilmælini

Børn og ung yngri enn 18 ár eiga als ikki at drekka alkohol.

Kvinnur, sum eru við barn, ella royna at gerast við barn eiga als ikki at drekka alkohol.

Kvinnur, sum geva bróst eiga at nýta alkohol varliga.

Um valt verður at drekka rúsdrekka, so verður mælt vaksnum (eldri enn 18 ár) til at drekka eftir 10-4 regluni. Tvs. at mælt verður bæði monnum og kvinnum til ikki at drekka fleiri enn 10 alkoholeindir um vikuna og ikki fleiri enn 4 eindir sama dag.

Kanningar vísa, at váðin fyri deyðiligari sjúku av rúsdrekkaávum er lágur fyri bæði kyn, um drukkið verður minni enn 10 eindir um vikuna. Um drukkið verður meira enn 10 eindir eru kvinnur í størri vanda enn menninir.

Ítøkulig tilmæli:

  • At rúsdrekkasølan verður framtíðartryggjað
  • At rúsdrekka verður skattað eftir alkoholinnihaldinum (vol%)
  • At tollfría sølan av rúsdrekka við landamørkini verður steðga
  • At eftirlitið við rúsdrekkalógini verður styrkt (t.d. at tey <18 ár ikki selja ella servera rúsdrekka í matstovuvinnuni)
  • At fyribyrgjandi arbeiði í skúlunum verður styrkt og samskipað betur – herundir kunning til foreldur, um ikki at keypa rúsdrekka til børn
  • At arbeitt verður fyribyrgjandi í frítíðarfelagsskapum
  • At sálarheilsan verður styrkt, serliga hjá ungum borgarum
  • At arbeitt verður meira samskipandi fyri at fleiri borgarar gerast partar av sosialt sunnum felagsskapum
  • At tryggjað verður, at allir borgarar (serstakliga børn og ung) fáa javnbjóðis møguleika at taka lut í sunnum sosialum felagsskapum innan ítrótt, tónleik, list, handverk, náttúru- og andaligt lív.