Klassiskt hummus & roykt hummus

Bjølgfruktir og nøtir er heilsugóður matur. Tá tú etur planturíkt og fjølbroytt, eru bjølgfruktir, nøtir og fræ góðar keldur til protein og onnur føðsluevni. Samstundis eru bjølgfruktir millum tær matvørur, sum hava minst kolevnisfótaspor.

Klassiskt hummus
500g av kókaðum kikertrum
2 hvítleyksbátar
2 tsk. av spískkumman
1 tsk. av salti
1 rokaða spsk. av tahin
saft frá heilari sitrón
2 dl. av kikertrasoð

Roykt hummus
3 tsk. av chipotle kilipulvur
6 tsk. av royktum paprika
3 tsk. av paprika
500g av kókaðum kikertrum
2 hvítleyksbátar
2 tsk. av spískkumman
1 tsk. av salti
1 rokaða spsk. av tahin
saft frá einari heilari sitrón
4 dl. av kikertrasoð

Amboð
Hvirla, blendari ella stavblendari.
Lættasti og skjótasti háttur at fáa mjúkt og kremut hummus er at nýta hvirlu.

Mannagongd:
Skola 250g av turrum kikertrum væl við kranvatni. Legg tær á blot í hóskandi grýtu í reinum kranavatni í minsta lagi 12 tímar á køksborðinum. Kikertrarnar skulu vera væl undir vatnskorpuni. Einar 10 cm er nøktandi. Tær tvífaldast í stødd og vekt.

(Um hetta er ov møtimikið, ber eisini til at keypa kikertrar, ið framanundan eru settar á blot. Minst bara til at goyma kikertralakan!)

Kóka síðani kikertrarnar í reinum kranavatni við loki á í 90 minuttir. Kikertrarnar mugu verða 5 cm undir vatnskorpuni. Tá liðugt er kókað, síla kikertraklakan frá, hann skal nýtast til hummusi. 

Hvirla, blenda ella stavblenda tilfarið til, tað verður mjúkt og kremut. Javna um neyðugt við eyka kikertralaka um tað er ov tjúkt.

Hummusi heldur sær í 5 dagar, um tað goymist kalt, reint og við loki. Hummus kann nýtast sum viðskeri, dipp, saman við salat ella ístaðin fyri eitt nú kjøt til ymsar rættir. Eitt lætt hugskot er at kóka nógvar kikertrar og frysta laka og kikertrar. So er lætt og ómakaleyst at gera hummus aftur.

Væl gagnist!