Tríggir álmanakkar

Vit vita, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er fyrsta stigið til at betra um sálarligu heilsuna og varðveita góða sálarliga heilsu. Vit hava enn einaferð gjørt nakrar álmanakkar, hesaferð til ávikavist børn, ung og vaksin. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri. Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.