ABC vika 2022

Í ár er ABC vikan 3.-9. oktober og er sostatt vikan áðrenn altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Evnið fyri ABC vikuna í ár er ”Raðfestið sálarligu heilsuna”. Í ABC vikuni varpa vit saman við okkara ABC samstarvsfeløgum eyka nógv ljós á sálarliga heilsufremjan. Í skránni fyri ABC vikuna í ár hevur tú møguleika fyri at luttaka í eini rúgvu av tiltøkum, sum kunnu vera við til at fremja sálarligu heilsuna.

ABC vikan í ár hevur hópin av ókeypis tiltøkum

Okkara samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu gera sítt til, at borgarar í Føroyum gerast tilvitaðir um týdningin av at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna og raðfesta virksemi, har tú ert virkin, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum gevur tær kenslu av gleði og meining. Tí vilja vit í ABC vikuni eggja øllum til at hyggja at áhugaverdu ABC skránni, sum er ein skrá við ókeypis tiltøkum fyri almenningin.

Skráin inniheldur m.a. fyrilestrar, konsert, bindiklubb, kvinnumøti, kondibingo, pubquiz og so hava ein rúgva av ítróttarfelagsskapum og frítíðartilboðum opið hús og geva tær møguleikan fyri at royna nýggj frítíðarítriv. Okkurt er fyri nærum allar aldursbólkar. Umframt almennu skránna, skipa stovnar, kommunur og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu eisini fyri innanhýsis átøkum gjøgnum ABC vikuna fyri borgarar, ið tey hava samband við.

So hygg at skránni og vita, um okkurt er fyri teg. Bjóða gjarna onkrum við tær til tiltøkini og hugsa annars um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri teg og onnur í ABC vikuni. Góða ABC viku!