29. desember 2022

Ver virkin við okkum í januar!

Fyri triðju ferð almannakunnger Fólkaheilsuráðið “Virkin januar” álmanakkan, sum er ein álmanakki við 31 uppskotum til, hvussu tú kanst styrkja sálarligu heilsuna í januar.

Eitt nýtt ár er á gáttini og tískil eitt gott høvi til at seta sær nýggjar avbjóðingar og royna okkurt nýtt, sum vit frá gransking vita er gott fyri sálarligu heilsuna.

Í januar 2021 fór átakið “Virkin januar” av bakkastokki fyri fyrstu ferð og hevur átakið verið somikið væleydnað, at tað hevur ment seg til eitt afturvendandi tiltak, ið er bæði í januar og oktober hvørt ár. Hettar er triðju ferð, at ein álmanakki er tøkur í januar, og er hann bæði til børn, ung og vaksin, stovnar, skúlar og arbeiðspláss.

Fólkaheilsuráðið eggjar til at brúka álmanakkan sum eitt amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu heilsuna. Loyp út í tað og fá íblástur til virksemi, sum passa tær og sum gevur meining fyri teg. Byrja árið væl og ver virkin á fjølbroyttan hátt. Hettar gevur tær og fólki rundan um teg størri gleði.

Frá gransking vita vit, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er við til at verja og styrkja sálarligu heilsuna. Somuleiðis vita vit, at fólk, sum í stóran mun eru virkin á nógvar ymsar mátar, í størri mun hava kenslu av vælveru og betri sálarliga heilsu enn tey, sum ikki eru virkin. Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu ver virkin, ver saman og ver hugbundin er inngrógvin í átakinum.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot, hvussu tú vilt vera virkin í januar. Tað er umráðandi at vera virkin uppá ymiskar mátar, og tað eru tær smáu gerðirnar sum muna!

Álmanakkarnir kunnu takast niður sum prent ella mynd á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum her, og uppsløg fyri hvønn dag eru eisini at finna á Facebook síðuni “ABC fyri sálarliga heilsu” og Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid”.

Vís okkum, hvussu tú ert virkin

Í sambandi við Virkin januar skipar Fólkaheilsuráðið eins og áður fyri eini kapping. Endamálið við kappingini er, at tú kanst geva øðrum íblástur til at vera virkin í januar. Eisini kann kappingin skapa tilvit um, hvussu smáar gerðir í gerandisdegnum kunnu gera mun fyri sálarligu heilsuna hjá tær og øðrum rundan um teg.

Um tú hevur Instagram, kanst tú luttaka í kappingini við at fylgja Instagramsíðuni “Folkaheilsuradid” og hyggja eftir okkara uppslagi við eini leiðbeining um luttøku í kappingini. Í stuttum snýr tað seg um, at tú við nøkrum ávísum “hashtags” leggur myndir út á Instagram, sum vísa, hvussu tú ert virkin í januar.

Vinningurin hesaferð er er eitt gávubræv á 4.000 kr. frá Atlantic Airways. Vinnarin fær sostatt møguleika at bjóða onkrum við sær á eina ferð. Á ferðini kunnu tit vera virkin, saman og hugbundin og skapa góð minnir saman.

Gott nýggjár og góðan virknan januar!

Fólkaheilsuráðið