11. mai 2021

Várdagar í Vági

Í døgunum 17. til 31. mai verða Várdagar fyriskipaðir í Vági. Tað er Vágs kommuna og partar av vinnulívinum í Vági, sum eru farin saman um eitt átak. Ætlanin við átakinum er, at kommunan og borgarar fara at fríðka um og gera klárt til summarið. Vinnulívið, sum er við í átakunum, ger sítt til, at hettar betri letur seg gera.

Várdagar í Vági

Í hesum døgunum er lagt upp til, at borgarar fara at fríðka um heima hjá sær sjálvum. Fríðkanin kann verða alt, frá at reinsa flisar fyri ókrút til at mála stakit ella planta blómur í havan. Tað er hvør borgari í sjálvum sær, sum ger av, hvat viðkomandi ger. Somuleiðis ger kommunan sítt til, soleiðis at býurin verður fríðkaður og gjørdur summarklárur. Arbeiðsmenn hjá kommununi fara m.a. at planta í blómubeðini runt um í kommununi.

Kommunan bjóðar eisini borgarum ókeypis plantupakka, ið kemur frá Skógrøkt Landsins. Eisini verða træspónir ókeypis at at fáa. Tað er avmarkað nøgd av plantupakkum. Tey sum ynskja sær ein plantupakka verða biðin um, at senda ein teldupost til Miðlatún: info@vagur.fo. Vinarliga viðmerk navn og bústað. Plantupakkin og posarnar við træspónunum verða at fáa uttanfyri Miðlatún ónsdagin og tórsdagin, 19. og 20. mai.

Lagt er eisini upp til, at sálarligaheilsanin og ABC kemur við í átakið. Borgarar, familjur og grannaløg kunnu fyriskipað tiltøk og dagar, har man er saman, hugbundin og virkin. Dømir kunnu vera, at skipa fyri grannakaffi ella at familjur saman hava nakrar hugnaligar dagar í havanum.

Partar av vinnulívinum er við

Várdagarnir byrjað komandi mánadag, 17. mai, og halda fram í 15 dagar til 31. mai. Í hesum døgunum skipað Vágs Litbúð, Tangavirkið, Mangt & Hvat og Vágs Timburhandli fyri útsølu av ymsum vørur, sum hóska til átakið. Hesir handlar koma hvør í sær at lýsa við útsølunum.

Kappingar

Í samband við Várdagarnar kemur Miðlatún at skipa fyri trimum kappingum, har vinningar verða útlutaðir. Kappingarnar verða á Facebook síðuni hjá Miðlatúni. Nærri kunning kemur um kappingarnar í teimum komandi døgunum. Í høvuðsheitum snúgva kappingarnar seg um, at gera ABC búmerkið á ein kreativan hátt, deila eina mynd frá Várdøgunum og at vísa hvat tit hava endurplanta.*

*Endurplanting merkir, at man endurnýtur lívrunni tilfar. T.d. at planta steinarnar frá einum súrepli í mold og fær tað at vaksa. Tað er bert hugflogið, sum setur markið.