25. august 2020

Vár Honnudóttir

Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ, byrjar í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum pr. 1. september.

Vár er kanditatur í Fólkaheilsufrøði og hevur hollar royndir við hagfrøðiligum greiningararbeiði.  M.a. hevur Vár fyrr starvast í Fólkaheilsuráðnum í sambandi við greiningararbeiði.

Høvuðsuppgávan hjá henni verður at greina og arbeiða við hagtølum úr stóru kanningunum hjá Fólkaheilsuráðnum “Hvussu hevur tú tað 2019 og 2020”, umframt øðrum kanningum. Hon kemur eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.  

Vár sigur seg brenna fyri fólkaheilsu og vónar, at hon í hesum starvinum kann vera við til at betra um fólkaheilsuna í Føroyum, samstundis sum hon kann brúka sínar hagfrøðiligu førleikar og menna sítt epidemiologiska grundarlag.

Vit ynskja Vár vælkomnari í Fólkaheilsuráðið.