07. september 2012

Tvær sigandi myndir frá heilsutiltakium í SMS 31. august og 1. september

Til tykkum, ið ikki høvdu høvi, at vitja Heilsutiltakið á Torginum í SMS 31. august og 1. september, eru niðanfyri tvær sigandi myndir frá tiltakinum.

Tvær sigandi myndir frá heilsutiltakinum í SMS 31. august og 1. september

Til tykkum, ið ikki høvdu høvi, at vitja Heilsutiltakið á Torginum í SMS 31. august og 1. september, eru niðanfyri tvær sigandi myndir frá tiltakinum.

 

Fólkaheilsuráðið raðfesti í ár at leggja dent á kostrákið fyrr og nú. Hetta var víst við at hava tvey borð mitt á Torginum. Umframt grafiskt úttrykk við tveimum ”hálaupp” bannarum við tekstinum: ”Hvar ert tú?” og grafiskum dúki rundanum bæði borðini.

 

”Fyrr” borðið:

Framvið síðuni á ”Fyrr” borðinum var ein mynd, ið vísti hvat ein týsk familja át uppá eina viku. Myndin floymdi av ídnaðarvørum, liðugrættum, leskidrykkum. Og ein ørgrynna av emballagu mati.

 

”Nú” borðið:

Á síðuni á ”Nú” borðinum hekk ein mynd, ið vísti hvat ein familja frá Equador át uppá eina viku. Á myndini eru glað fólk, kornposar, grønmeti, frukt, fiskur o.a. Livandi matur.