03. mai 2017

Teknikapping - Altjóða tubbaksfríi dagur 31. mai

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:

a.      0. flokkur og børn undir skúlaaldur

b.      1. - 4. flokk

c.      5. - 8. flokk

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. 

Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri og ikki minni.

Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.

Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.

Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:

“Sigarettir – nei takk”

“Roykfrítt – ja takk”

“Roykfrítt rokkar”      

Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 24. mai. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna handar virðislønirnar á torginum í SMS mikudagin 31. mai kl. 16, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.

Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.

 

Tekningarnar skulu sendast til:            Fólkaheilsuráðið,  J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn

Í Dómsnevndini sita Vár Berghamar Jacobsen, Janus á Húsagarði og Eli Smith