13. juli 2020

Starvsfólk til verkætlanararbeiði í Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at greina og arbeiða við hagtølum frá fólkaheilsukanningum. Talan er um verkætlanararbeiði.

Í starvinum kemur tú at greina og arbeiða við hagtølum úr kanningunum “Hvussu hevur tú tað 2019 og 2020”, umframt øðrum kanningum. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.  

Umframt greiningararbeiðið kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum.

Kravt verður:

  • Kandidatsprógv í fólkaheilsufrøði
  • Royndir innan hagtalsgreiningararbeiði í breiðum fólkaheilsukanningum
  • Hollan kunnleika til fólkaheilsukanningar, sum t.d. “Hvussu hevur tú tað”
  • Góðar førleikar og nógvar royndir í hagtalsarbeiði, hagtalsgreiningum og í at brúka hagtalsforrit
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Innlit í arbeiðið við fólkaheilsu, herundir kunnleika til fólkaheilsukanningar
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni

Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv, sum tú verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi.

Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.
Starvið er fulla tíð frá 01/09-20 til 31/03-21. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, 292270.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fólkaheilsuráðið
J.C. Svabosgøta 43
100 Tórshavn

ella til t-post: fhr@folkaheilsa.fo

Umsóknarfreistin er 30/07-2020

Fá meiri at vita um ráðið á: www.folkaheilsa.fo