29. apríl 2022

Snorri Patursson í starv hjá Fólkaheilsuráðnum

Snorri Patursson byrjar í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum 1. mai 2022.

Snorri er útbúgvin yrkisbachelor í føðslu og heilsu við sergrein í kostfrøði og er vana- og ovátsráðgevi. Eisini hevur hann førleikament seg innan øki við fleiri útbúgvingum í millum øðrum matsosiologi. Hann er eisini virkin á rørsluøkinum og hevur undirvíst í CrossFit í 10 ár í Føroyum og í Keypmannahavn og hevur útbúgving sum CrossFit venjari og CrossFit Football venjari.

Hann hevur seinastu 12 árini arbeitt við fyribyrgjandi og heilsufremjandi verkætlanum innan fólkaheilsu, mat, rørslu og matmentan og var stigtakari og ein av stovnarunum av Tvørmegi CrossFit.

Hann er undangongumaður, tá talan er um at avlesa móta og rák innan matmentan, mat, matsosiologi og umframt at finna tíðarleysar, føðsluríkar og ódýrar loysnir, málrættaðar føroyska brúkaranum, og við støði í okkara samleika og sosialu støðu. Arbeiðið við kostráðunum tekur støði í vísindaligari tilvitan, har tætt samstarv er við granskarar á økinum.  

Høvuðsuppgávan hjá Snorra verður at kunna um almennu kostráðini hjá Fólkaheilsuráðnum og um rørslutilmælini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Serliga við atliti at skúlum og dagstovnum. Hann kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. 

Snorri hevur í tveimum umførum arbeitt við kostøkinum hjá Fólkaheilsuráðnum. Hann sigur seg hava ein brennandi alsk til at bøta um fólkaheilsu føroyinga við støði í føroyskari mentan, samleika og siðvenju, tó við nýhugsan og kreativiteti.

Vit ynskja Snorra vælkomnan aftur í Fólkaheilsuráðið.