07. september 2021

Sjøtul settur á Skúlaleikir

Í síðstu viku varð sjøtul settur á Skúlaleikir, tá út við 50 ítróttarlærarar úr øllum landinum savnaðust í Høllini á Hálsi í Havn til ástøðiligara og praktiska undirvísing. Næsta stigið er at skapa rørslugleði og samanhald úti í skúlunum.

Skúlaleikir byggja á fýra ymiskar ítróttargreinar, sum næmingarnir skulu luttaka í hetta komandi árið: rógving, frælsan ítrótt, flogbólt og badminton. 

Tað vóru eisini hesar greinarnar, sum ítróttarlærararnir savnaðust um í síðstu viku.

Vit eru sera væl nøgd við undirtøkuna. Hesir umleið 50 lærararnir umboða umleið 1200 av næmingunum í 4. og 5. flokki í Føroyum, so tað eru tey flestu, sum fara at luttaka. Tað eru vit sera fegin um.

Umframt undirvísing frá fólki, ið eru von at arbeiða við børnum innan nevndu ítróttargreinarnar, vóru eisini umboð frá Parasport til staðar. Tey vístu á, hvussu venjingarnar kundu tillagast til allar førleikar - og góvu góðan íblástur. Hartil varð undirvíst í sálarheilsu og felagsskapi, sum er grundhugsanin handan Skúlaleikir.

Vælnøgdir lærarar

Tveir av ítróttarlærarunum, sum luttóku á skeiðnum, eru Teitur Joensen, sum undirvísir við Streymin, og Anja Norðoy, ið undirvísir á Skúlatrøð í Klaksvík. 

Tey vóru samd um, at skeiðið hevði verið gevandi, og tey gleddu seg at fara heim at arbeiða við næmingunum. 

Hetta hevur verið bæði gott, stuttligt og sosialt. Og eg kann faktiskt brúka alt, sum vit hava lært hesar dagarnar. Hóast eg sjálvur havi roynt allar ítróttargreinarnar, er tað ikki tað sama, sum at skula undirvísa í teimum. Tað hevur verið ordiliga gott at fingið íblástur, sigur Teitur. 

Anja tekur undir við honum. 

Tað, mær dámar best, er, at tað er so stórt fokus á rørslugleði heldur enn kapping. Og so tann góði íblásturin til undirvísingina, sum vit hava fingið. Vit ítróttarlærarar hava kanska lyndi at fella aftur á ta greinina, sum vit duga best. Tað er kanska natúrligt, tí tað, tú dugir, er altíð tað lættasta. Men hetta ger okkum betri før fyri at undirvísa í fleiri greinum og í breiðari høpi. 

Dentur á samveru

Teitur nevnir eisini ástøðiligu undirvísingina, har tað serliga var denturin á ABC fyri sálarliga heilsu, sum gav íblástur. 

Tað vóru sera góðir tankar, sum eg faktiskt ikki havi sett í samband við undirvísing fyrr. Sjálvandi royna vit altíð at taka øll við, men vit fingu nakrar góðar og vigtigar áminningar, sum eg heilt víst fari at taka við mær víðari, slær Teitur fast. 

Tað, at børnini eisini skulu samla sær klistrimerki við at vera góðir vinir, hjálpast at osv, er ordilga gott. tey skulu vera saman, heldur enn bara at kappast. Mær dámar so væl hugskotið um at seta samanhald í fokus í ítróttartímunum, sigur Anja. 

Tað er langt síðani, at so nógvir ítróttarlærarar eru savnaðir til skeið og íblástur, og tað var týðiligt, at tey eisini hugnaðu sær saman. 

Umframt alt tað fakliga, er hetta eisini eitt gott høvi hjá okkum ítróttarlærarum at hittast, vera sosial og at vera virkin saman. Tað hevur eisini verið gott, sigur Teitur.

Næstu stigini eru nú, at ítróttalærarar fara at gjøgnumganga undirvísingarætlaninar saman við teirra næmingum, og í apríl 2022 verða so allar undanstevnurnar kring landið. Skúlaleikir 2021/22 enda við eini landsstevnu í mai 2022, og tá ætla vit, at tað skal vera klárt hjá fleiri árgangum at tekna seg til Skúlaleikir komandi skúlaár.

Enn einaferð takk fyri gott samstarv higartil.

Skúlaleikir verða stuðlaðir av Betri og samstarvspartar eru Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið og viðkomandi sersambond.