04. oktober 2016

Sirið Stenberg handar Fólkaheilsuvirðisløn

Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 17. oktober at handa ein Fólkaheilsuvirðisløn. Send uppskot til fhr@folkaheilsa.fo

Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 17. oktober at handa ein Fólkaheilsuvirðisløn. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt tiltak, sum er við til at fremja fólkaheilsuna . Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu tiltøkini, sum verða gjørd kring landið, og sum eru við til at betra um fólkaheilsuna. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Øll kunnu tilevna, hvør skal hava ársins Fólkaheilsuvirðisløn. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin av at fáa ársins Fólkaheilsuvirðisløn. Hvør fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 17. oktober 2016.

Uppskot kunnu sendast fólkaheilsuráðnum fhr@folkaheilsa.fo í seinasta lagi mikudagin 12. oktober.