17. november 2021

Sálarlig heilsa á breddan í 31 dagar

Gjøgnum allan oktober mánað legði Fólkaheilsuráðið saman við samstarvsfeløgum í ABC fyri sálarliga heilsu eyka stóran dent á sálarliga heilsu. Ljós varð varpað á og skipað fyri tiltøkum, sum kundu hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Fleiri góð átøk og løtur spruttu burturúr mánaðinum.

Nógvir góðir og ógloymandi dagar
Fólkaheilsuráðið legði út við átakinum “Virkin Oktober”, sum var ein álmanakki, ið hvønn dag í oktober gav fólki íblástur til at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Skúlar, barnagarðar og arbeiðspláss hava brúkt álmanakkarnar bæði til íblástur, skúlating og sum “ABC spæl” millum starvsfelagar, og tað fegnast Fólkaheilsuráðið um. Fólk hava eisini luttikið í eini “Virkin oktober” kapping og deilt myndir á sosialu miðlunum, sum vísa, hvussu tey hava verið virkin í oktober. Eini 250 uppsløg eru deild, sum vónandi hava verið við til at gera onnur tilvitað um, at tað ber til at gera okkurt gott fyri sína sálarligu heilsu. Vinnarin í hesi kappingini gjørdist Helena Við Misá. Fyri Helenu, var álmanakkin ein hjálp:

”Virkin oktober er sera góður at hava við sær, um mann ikki ordiliga veit, hvat mann skal finna uppá. Har eru altíð onkur góð og stuttlig hugskot. Eg føli, at eg havi fingið nógv burturúr oktober - prøva nýggj ting, nógvir góðir og ógloymandi dagar. Álmanakkin hevur verið við til at fáa meg í gongd við tey tingini, ið eg veruliga brenni fyri. Í oktober kann tað vera ringt at motivera seg sjálvan til tey tingini, mann veruliga hevur hug til, av tí at tað er kalt og verður skjótt myrkt. Tá er gott at líka kunna hyggja sær í álmanakkan og finna sær onkur góð hugskot” sigur Helena, sum vann við eini mynd, har hon fletti. 

1100 hugbundin ung
Í viku 40 var árliga ABC vikan. Av tí at vikan í ár legði serligan dent á, at vit saman kunnu skapa góða sálarliga heilsu millum ung, vitjaði Fólkaheilsuráðið allar yrkis- og miðnámsskúlar kring landið. Endamálið var at kunna tey ungu um, hvussu tey kunnu ansa eftir og styrkja sína sálarligu heilsu. Eini 1100 næmingar vóru til framløgurnar. Átakið var væleydnað, og summir skúlar fingu íblástur til at seta átøk í verk, fyri at skapa betri trivnað millum tey ungu á yrkis- og miðnámsskúlunum. Fólkaheilsuráðið gleðir seg at fylgja við, hvussu hesi átøk mennast, tí tað tykist at vera ein tørvur fyri fleiri sálarliga heilsufremjandi átøkum fyri ung.

Óperfekt tiltak
Í Klaksvíkar kommunu skipaðu tey fyri einum átakið fyri ung, ið kallaðist ”Lýsandi løstir – óperfekt”. Navnið hóskaði seg væl til fyrireikingarnar, tí alt gekk galið til fyrireikingarnar. Tó eydnaðist tiltakið sera væl og var ein succes fyri tey ungu, sum ikki høvdu hug at hyggja eftir landsdystinum, sum var um somu tíð. Ungdómsbólkurin Adrenaline hevði eina konsert á sandinum á Biskupstorgi. Teimum ungu dámdi væl at vera á einum so avsíðis og atypiskum staði, har tey kundu lurta eftir rokki, drekka ókeypis jolly og skriva grafiti á veggir. Tey ungu settu eisini blómur upp ímillum allar betongklossarnar, sum ein ímynd fyri at okkurt vakurt kann vaksa úr hørðum umhvørvi.

Løgdu kenslurnar í árarnar
Psykiatriski depilin hevði nógv innanhýsis tiltøk á skránni gjøgnum ABC vikuna í oktober. Eitt av átøkunum var at rógva teinin til Suðuroyar á rógvimaskinu. Hittinorðaði havrógvarin, Livar Nysted, tók fyrstu tøkini. Sjúklingar, starvsfólk og onnur vóru eisini vælkomin at rógva á teimum seks rógvimaskinunum, ið vóru frammi ymsastaðni á deplinum.

- Eg havi sitið nógvar tímar á rógvimaskinum, og at byrja við hataði eg tað, segði Livar Nysted flennandi, tá hann vitjaði í ergoterapiini á deplinum í ABC vikuni.

- Men so fann eg útav at droyma meg burtur, meðan eg róði. Eg sá fyri mær, at eg var á havinum, hoyrdi aldurnar spæla og fuglarnar láta. Onnur seta ein sang frá, meðan tey rógva, og tá sangurin er liðugur, hevur tú longu róð hálvan kilometur. Og viðhvørt kanst tú fáa illsinnið burtur við at rógva, legði havrógvarin smílandi aftrat, áðrenn hann setti seg á rógvimaskinuna.

Psykiatriski depilin setti sær sum mál at rógva til Suðuroyar, men tá kilometrarnir vórðu taldir upp í endanum av vikuni, vóru tey skamt norðanfyri Orknoyggjarnar.

Ein rúgva av átøkum
Nógvir samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipaðu fyri ymiskum í ABC vikuni og summar kommunur fluttu ABC vikuna til seinni í oktober. Ergoterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu settu sjóneykuna á at vera virkin, saman og hugbundin og løgdu dent á samveru, at hava tað stuttligt og hugnaligt saman, tá tey høvdu eitt venjingarlið í Fimi og m.a. brúktu ABC ballónir, til at venja lunguni hjá teimum eldru. Sinnisbati skipaði fyri einum væleydnaðum altjóða sálarheilsudegi saman við nógvum øðrum úr ABC fyri sálarliga heilsu, og ÍSF fekk eina rúgvu av ítróttarfeløgum at lata hurðarnar upp fyri nýggjum áhugaðum gjøgnum ABC vikuna. ÍSF gjørdi eisini eina plakat til ítróttarfeløg, sum eggjaði til at venjarar og onnur, ið eru knýtt at einum felagi, eru tilvitað um at taka væl ímóti nýggjum limum í ítróttarfeløgum.

Myndir frá átakinum