01. mars 2022

Nýggj kanning um frítíðarvanar hjá føroyingum

Kanningin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” fevnir um føroyingar frá 9 ár og upp.

Í Fólkaheilsuráðnum hava vit seinastu árini lagt stóran dent á at eggja borgarum at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, ið gevur meining fyri einstaklingin, tí tað er gott fyri bæði kropsligu og sálarligu heilsuna. Hettar hava vit gjørt við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Vit hava tó væntað vitan um, hvussu virknir borgararnir eru í frítíðini í Føroyum - bæði í mun til ítrótt og onnur frítíðarítriv. Tí er tað gleðiligt, at vit nú hava úrslit, sum vísa, hvussu virkin bæði børn, ung og vaksin eru í Føroyum.

Verður hugt eftir frítíðarvanunum hjá børnum og ungum í Føroyum vísa úrslitini m.a. at 63% av børnum og ungum íðka bæði ítrótt og fáast við onnur frítíðarítriv. Tað eru serliga tey yngru børnini, ið fáast við bæði ítrótt og onnur frítíðarítriv og fleiri gentur enn dreingir. Kanningin vísir á at líkt er til, at børn og ung í størri mun hava hug til ítróttarítriv.

Verður hugt eftir samanhanginum millum luttøku í ítrótta- og frítíðarlívi og trivnaðinum hjá børnum og ungum, sæst at tað í høvuðsheitinum eru tey, ið íðka ítrótt og/ella fáast við okkurt frítíðarítriv, yvirhøvur hava ein betri hugburð til sín kropp og trívast betur enn børn og ung, ið ikki eru við í ítrótta- og/ella frítíðarítrivi. Fleiri børn og ung íðka ítrótt og taka lut í frítaðarlívinum í býnum enn á bygd.

Í mun til vaksin vísir kanningin, at næstan allir vaksnir føroyingar eru virknir í frítíðini. 65 prosent av teimum vaksnu bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv. 24 prosent íðka bert ítrótt, meðan 7 prosent bert ganga til frítíðarítriv. Gongutúrar, styrkivenjing og renning eru best umtóktu rørsluítrivini, meðan handarbeiði, landbúnaður og fiskiveiða eru væl umtókt frítíðarítriv.

Hyggja vit nærri at, hvørji tey 65 prosentini eru, vísir kanningin, at fleiri kvinnur enn menn bæði íðka ítrótt og ganga til frítíðarítriv, og at hetta í størri mun eru vaksin yvir 40 ár. Harumframt er ábending um, at parturin av vaksnum, sum bert íðkar ítrótt, lækkar við aldrinum, og parturin av teimum, sum bert íðka frítíðarítriv hækkar við aldrinum.

Kanningin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” verður løgd fram á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum mikudagin 2. mars. Øll áhugað eru vælkomin – gev gætur, at neyðugt er at melda til. Tilmelding til ráðstevnuna kann gerast við at senda teldupost til armgard@kf.fo ella við at ringja tel. 302480.

Frágreiðingin kann lesast her

Les tíðindaskrivið hjá kommunufelagnum her

Kom á ráðstevnu um frítíðarlívið í Føroyum 2. mars!