09. juni 2011

Njót sólina við skili, eisini solarinum

Krabbameinsfelagið skrivar á heimasíðu síni www.krabbamein.fo, at fyrst í mai 2011 var forvitnislig ráðstevna í Keypmannahavn undir heitinum: The 1st International Conference on UV and Skin Cancer Prevention, sum var fyriskipað av Kræftens Bekæmpelse, TrygFonden og Australska krabbameinsfelagnum.

Njót sólina við skili, eisini solarium

Krabbameinsfelagið skrivar á heimasíðu síni www.krabbamein.fo, at fyrst í mai 2011 var forvitnislig ráðstevna í Keypmannahavn undir heitinum: The 1st International Conference on UV and Skin Cancer Prevention, sum var fyriskipað av Kræftens Bekæmpelse, TrygFonden og Australska krabbameinsfelagnum.

Á 3 daga ráðstevnuni var endamálið at læra meiri og býta vitan um, hvat kann gerast fyri at fyribyrja krabbamein í húðini.

Nakrir av fremstu granskarunum í heiminum innan UV- og húðkrabba fyribyrging luttóku á ráðstevnuni, og teir 160 luttakararnir vóru úr øllum heiminum – eisini føroyska krabbameinsfelagið luttók. Ráðstevnan var skipað í verkstovum, framløgum og netverksvirksemi. Tað vóru fimm høvuðsniðurstøður á ráðstevnuni:

1:
Umfatandi tiltøk um fyribyrging av húðkrabbameini eru neyðug
Tað hevur víst seg at ávirka atferð og hugburð hjá fólki best, um trygg sólatferð verður samskift umvegis mangar ymiskar miðlar, og har ein vendir sær miðvíst til skúlar skúlar og arbeiðspláss. Tó er greitt, at um tilfeingið verður burturspart frá hesum fyribyrgjandi tiltøkum, sæst hetta næstan umgangandi aftur í fleiri tilburðum af sólforbrenningum, størri áhuga í at gerast sólbrend/brún og at fólk gevast at ansa eftir sólini. Hetta vísir seg aftur í eftirfylgjandi tali av húðkrabbatilburðum. Átøk og tilfeingi eru alneyðug fyri úrslitini.

2:
D-vitaminir og sólverja kunnu ganga hond í hond
Granskingarúrslit hava víst, at D-vitamin verður framleidd upp á minuttir, tá húðin fær UV-strálur. Eisini framleiðir húðin D-vitamin, tá tú ert í skugganum, og hevur smurt teg við sólkremi. Niðurstøðan á ráðstevnuni var, at sól fyribyrging og D-vitamin ikki útiloka hvørt annað, og at tað at tú verjir teg fyri sólini ikki hevur við sær trot upp á D-vitamini. Fólk eiga avgjørt ikki at útseta seg fyri nógvari sól ella solarium fyri at økja um D-vitaminframleiðsluna.

3:
At verja seg fyri sólini er viðkomandi fyri øll
Tað er ongantíð ov seint at verja teg fyri at verða sólbrend/ur og at lata vera at vera ov nógv í sól. At verða sólbrend/ur og at vera ov nógv í sólini – bæði hjá børnum og vaksnum - økir um vandan at fáa krabbamein í húðini. Hetta ger tað neyðugt hjá øllum, sama hvussu gamal ein er og hvat kyn ein er, at ansa eftir sólini við halda seg frá sólini millum kl. 12 og 15, at fara í skuggan, brúka sólkrem og halda seg frá solarium.

4:
Solarium eru vandamikil
Boðskapurin um at brúka solarium var púra greiður: Solarium eru vandamikil og kunnu ikki viðmælast sum kelda til D-vitamin. Sterku UV-strálurnar frá solarium hava longu fingið heimsheilsufelagsskapin at ávara um solarium. Mong lond hava bannað solarium fyri ungfólk undir 18 ár, meðan Brasilia hevur bannað øllum at brúka solarium. Her er umráðandi at boðskapurin um at eingin ivi er um vandan við solariunýtslu alla tíð verður hevdaður, og at politikarar, samfelag og fjølmiðlar eru greið um støðuna. Støðan kann væl berast saman við stríðið móti tubbaksídnaðinum.

5)
Parlament eiga at raðfesta húðkrabbafyribyrging
Parlament eiga at raðfesta húðkrabbafyribyrging á sama hátt sum onnur heilsuátøk innan royking og vantandi rørslu og líknandi. Fyribyrgjandi tilgongdir hava víst seg at uppnáa úrslit, og kosta munandi minni enn útreiðslurnar til viðgerðir fyri húðkrabba.