03. mars 2020

Luftin verður reinari og reinari

240 hava síðan árskiftið verið tilmeldað átakið ”Kom og legg av 2020” hjá Fólkaheilsuráðnum. Í dag eru tað færri enn 20 prosent av føroyingum, sum roykja dagliga.

240 hava síðan árskiftið verið tilmeldað átakið ”Kom og legg av 2020” hjá Fólkaheilsuráðnum. Út frá royndum kann roknast at umleið 120 hava blakað sigarettina í januar-februar í ár.

Síðan 2012 hevur skipanin verið tøk hjá borgarum og hevur verið við til at stimbra tað roykfría lívið í Føroyum. Í dag eru tað færri enn 20 prosent av føroyingum, sum roykja dagliga. Fólkaheilsuráðið fegnast sjálvsagt um stóru luttøkuna og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið, tí sms-skipanin hjá FHR virkar alt árið.

Tú meldar til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til nummar 1919