02. januar 2008

Kostkumpassin í staðin fyri matarvarðan

Í staðin fyri matarvarðan eru danir farnir at mæla til 8 kostráð, sum eru sett í eina kumpass, sum nevnd verður kostkumpassin.

Kostkumpassin vísir á eina leið við javnvág ímillum mat og kropsligt virksemi. Og her er ikki einans talan um eitt sunt val, sum matarvarðin bygdi á.

Umframt at kostkumpassin vísir á eitt sunt val; vísir hon eisini á, at neyðugt er at “spara”, tá talan er um sukur, góðgæti, sodavatn, feitt í kjøti og mjólkavørðum v.m.

Harumframt ræður um at vera kropsliga virkin; minst 30 minuttir um dagin.

Her eru 8 góð ráð:

1) Frukt og grønt (6 um dagin)

2) Fisk og fiskaviðskera (fleiri ferð um vikuna)

3) Epli, rís ella pasta og myrkt breyð hvønn dag

4) "Spar uppá" sukur (serliga sodavatn, slikk og køku)

5) "Spar uppá" feitt (serliga í kjøti, mjólk- og mjólkavøru)

6) Fjølbroyttan kost (varðveit tína kropsvekt)

7) Drekk vatn fyri tosta

8) Ver kropsliga virkin (minst 30 minuttir um dagin)