31. mai 2014

Karsten handaði virðislønir fyri løtu síðan

Karsten Hansen handaði um vikuskiftið virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum handaði um vikuskiftið trimum børnum, sum høvdu vunnið teknikappingina, ið Fólkaheilsuráðið skrivar út á hvørjum ári.

Karsten Hansen handaði um vikuskiftið virðislønir í sambandi við teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum.
 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum handaði um vikuskiftið trimum børnum, sum høvdu vunnið teknikappingina, ið Fólkaheilsuráðið skrivar út á hvørjum ári, hvør sín gávukekk á fimmhundrað krónur. Inn vóru komnar 400 tekningar úr øllum landinum; frá einstaklingum, barnagørðum og heilum skúlaflokkum.

 

Landsstýrismaðurin hevði tikið sær stundir at koma allan vegin suður til Havnar at handa hesum børnum virðislønirnar, tey høvdu vunnið. Hann nevndi í taluni: ”Tit hava øll verið við at hjálpa mær. Rundan um okkum her á torginum í SMS eru 400 vakrar, stuttligar og hugvekjandi tekningar frá børnum í øllum aldri. Øll hesi 400 hava hjálpt mær í mínum arbeiði. Ja, tit hava hjálpt okkum øllum at vera meira frísk.”

 

Landstýrismaðurin kom eisini inn á tiltakið ”Árgangur 2000 roykfríur” – tey sokallaðu Millenium-børnini og rósti átøkunum, sum Fólkaheilsuráðið hevur staðið á odda fyri. Hann segði "Skulu vit tosað um sólskinssøgur, so er hetta ein av teimum. Tí tað sær út til, at tey ungu í dag, ætla sær ikki at fara at roykja. Í øllum førum í nógv minni mun enn fyrr. Hetta vísir, at vit kunnu røkka langt, tá ið vit seta okkum stór mál.”

 

Fólkaheilsuráðið ynskir hesum børnunum til lukku við virðislønunum:

 

Vár Norðberg, Hvalba, 13 ár

Signhild Johannesen, 9 ár, Saltangará

Una Símunardóttir, 5 ár, Tórshavn