05. mai 2015

Karsten handar virðislønir kl. 17

Seinnapartin í dag kl. 17 handar landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen virðislønirnar til teir tríggjar vinnararnar í teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum.

Seinnapartin í dag kl. 17 handar landsstýrismaðurin í heilsumálum Karsten Hansen virðislønirnar til teir tríggjar vinnararnar í teknikappingini hjá Fólkaheilsuráðnum. Handanin er á torginum í SMS, har framsýning av tekningunum eisini er. Tað er í sambandi við altjóða roykfríadagin, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri hesi kapping fyri børn.