04. juni 2018

Heilsuundirvísing á fótbóltsvøllinum mennir munandi um heilsustøðuna hjá gentum

Gentur fáa lægri blóðtrýst, størri vøddar, betri javnvág og gerast sterkari, tá skúlin setur fótbóltsvenjing og heilsuundirvísing á tímatalvuna – eisini gentur, sum ongantíð hava vant fótbólt fyrr.

Gentur fáa lægri blóðtrýst, størri vøddar, betri javnvág og gerast sterkari, tá skúlin setur fótbóltsvenjing og heilsuundirvísing á tímatalvuna – eisini gentur, sum ongantíð hava vant fótbólt fyrr.

Lest tíðindaritið

Kanningarnar í Danmark, Afrika og Suðuramerika vísa, at 11 for Health konseptið betrar heilsuprofilin hjá 10-12 ára gomlum børnum, betrar kognitivar førleikar og innlæring, umframt sosialan trivnað. Eisini hava vit víst, at frálæran mennir vitanina um heilsu hjá børnunum, har tey fáa betri vitan um rørslu, kost, reinføri, sálarliga heilsu og ringar vanar sum royking, rúsevni og alkohol. Í føroysku kanningini vísa vit aftrat hesum, at fótbóltssmáspøl eru inkluderandi og menna heilsuna hjá gentum við og uttan fótbóltsroyndir, sigur Magni Mohr leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og formaður í Fólkaheilsuráðnum.

 

Grein í altjóða tíðarritið