31. juli 2014

Heilsugóður kantinumatur 24.september

Fólkaheilsuráðið bjóðar nú øllum starvsfólkum á kantinum í Føroyum til ein kveikjandi dag um heilsugóðan kantinumat.

Fólkaheilsuráðið bjóðar nú øllum starvsfólkum á kantinum í Føroyum til ein kveikjandi dag um heilsugóðan kantinumat. Dagurin verður 24.september 2014. Vit fara at hoyra um nýggjastu rákini innan heilsu og mat frá donskum og føroyskum serfrøðingum. Harumframt hava vit fingið kokkin Mikkel Karstad at standa fyri verkstovu í køkinum. Hann er at rokna sum fremsti danski kokkur á kantinuøkinum og er fyrrverandi michelinkokkur á eitt nú Kommandanten í Keypmannahavn. 

Nærri skrá kemur seinni, men vit gleða okkum til ein dag fullan av íblástri um heilsugóðan, leskiligan og ikki minst bíligan kantinumat! 

50 pláss eru, so nú er at skunda sær. Les hjáløgdu innbjóðing.