08. oktober 2013

Heilsa á ferð í Havnini

Hesa vikuna kanst kanst tú lata teg kanna fyri KOL og Typu2 diabetes í Havnini. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað.

300 fólk eru nú kannað fyri KOL og typu2 diabetes seinastu fýra vikurnar. Tær tvær seinastu vikurnar hevur Fólkaheilsuráðið verið í Eysturoynni og gjørt kanningarnar og útvið 200 meldaðu til og vórðu kannað. Byrjað varð í Klaksvík, har meira enn hundrað fólk meldaðu seg til. Síðani varð hildið fram í Runavík.

 

 Hesa vikuna kanst kanst tú lata teg kanna fyri KOL og Typu2 diabetes í Havnini. Átakið verður gjørt, tí at mett verður, at tað ganga einir túsund føroyingar við typu2 diabetes, uttan at vita tað. Hetta verður staðfest í Diabetes kanning, sum endaði í mai mánaði í ár.

 

Fólkaheilsuráðið hevur sett sær fyri at finna hesi fólkini, sum ikki vita av, at tey eru á vandaleið. Talið fer ivaleyst at vaksa tey komandi árini, samstundis sum støðugt fleiri og eisini yngri fólk fara at fáa sjúkuna.

 

Sum vit áður hava nevnt, so er hetta slagið av diabetes nær tengt at lívshátti. Týdningarmiklastu vandatættirnir eru ov lítil rørsla, skeivur kostur og yvirvekt. Ættarbregði hevur eisini týdning, eins og ávís sløg av heilivági kunnu økja um vandan fyri at fáa sjúkuna. Typu2 diabetikarar eru í vanda fyri at fáa ymiskar komplikatiónir og fylgisjúkur.


Fólkaheilsuráðið hevur eisini sett sær fyri at finna teir roykjarar, sum hava KOL (kronisk obstruktiv lungnasjúka), ella “Roykjaralungu”, sum tað eisini verður nevnt. Henda sjúka hevur við sær álvarsligar heilsuligar avleiðingar fyri tey, sum fáa hana. Royking er atvoldin til 85-90 av øllum tilburðum av KOL. Vandin fyri at fáa KOL er tengdur at teimum sokallaðu pakkaárunum, eitt pakkaár er 20 sigarettir dagliga í eitt ár. Umframt royking kann arbeiðsumhvørvi eisini í ein ávísan mun hava við sær KOL.

 

Kanningin fer fram í Granskingarlonini í J. C. Svabosgøtu 43

 

Melda til kanning á telefon: 515155 millum 10 og 14