07. juli 2021

Grein í Dimmalætting um nýggju kostráðini

10. juni kunngjørdi Fólkaheilsuráðið nýggj almenn kostráð. Í dagførdu tilmælunum er dentur lagdur á fólkaheilsu, umhvørvi og føroyska matmentan

Snorri Patursson, kostráðgevi (Privat mynd)

Hetta er grein úr Dimmalætting, sum Sunniva G. Mortensen hevur skrivað:

Almenna føðsluupplýsingin í Norðurlondum byggir á norðurlendsku kostráðini (Nordic Nutrion Recommendations), sum hava eitt vísindaligt grundarlag.

Í 1968 vóru læknafeløg í Danmark, Finland, Norra og Svøríki felags um at gera almenna frásøgn um læknafrøðilig sjónarmið um kost í Norðurlondum (Medical aspects of the diet in the Nordic countries ), og í 1980 vórðu fyrstu norðurlendsku kostráðini givin út. Kostráðini vórðu síðani dagførd í 1989, 1996, 2004 og 2012, og í fjør varð sjøtul settur á arbeiðið at dagføra kostráðini á sætta sinni. Farna september hittust 300 granskarar og serfrøðingar til virtuellan fund um nýggju kostráðini.

Í Føroyum er tað Fólkaheilsuráðið, ið stendur fyri arbeiðinum at dagføra almennu tilmælini um kost og heilsu. Í januar fór verkætlanin av bakkastokki, og 10. juni vórðu kostráðini gjørd almenn. Í kostráðunum frá 2012 vóru 10 kostráð, men hesa ferð eru ráðini sjey í tali, og sum nakað nýtt er stórur dentur lagdur á umhvørvisvernd og stutt fluttar matvørur.

Nýggja kostplakatin frá Fólkaheilsuráðnum, inniheldur eisini serføroyskan mat, og tað er fyrstu ferð at kostráðini hava ein serføroyskan vinkul

Umhvørvið
Nýggju kostráðini seta umhvørvið í miðdepilin, og norðmaðurin, Rune Blomhoff, sum er formaður í arbeiðsbólkinum, ið hevur ment nýggju kostráðini, greiðir frá týdningarmiklu dagføringini:

- Málið er, at burðardygd verður ein fullfíggjaður partur av ráðunum á ein gjøgnumskygdan og opnan hátt, ið byggir á semju um besta vísindaliga evidensin, sum vit hava atgongd til. Nýggju norðurlendsku kostráðini verða ein koyriætlan, sum í stóran mun fer at ávirka matvøruskipanirnar í Norðurlondum og Baltikum, sigur hann.

Eins og felagarnir í grannalondunum, hevur Fólkaheilsuráðið valt at taka umhvørvisliga sjónarhornið við í kostráðini, og skrivað verður millum annað, at:

- Vit kunnu vera umhvørvisvinarlig, tá ið vit velja, hvat vit eta. Alt, sum vit eta og drekka, hevur stóran týdning fyri umhvørvið. Hetta kemst av, at framleiðslan av matvørum elvir til útlát av vakstrarhúsgassi, og kallast hetta matvørukolevnisfótaspor, sigur Fólkaheilsuráðið.

Í september 2015 samdust øll 193 limalondini í ST um at seta 17 heimsmál á skrá, sum skulu røkkast áðrenn 2030. Føroyar eru ikki limur í ST, men í 2017 samtykti løgtingið at heita á landsstýrið at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini 2030 Agenda for Sustainable Development. Í londunum kring okkum eru heimsmálini ovarlaga á dagsskránni hjá stovnum og fyritøkum, og nógv átøk verða gjørd at fremja burðardyggu broytingarnar. Snorri Patursson, kostfrøðingur, vísir á, at altjóða verksetingin av heimsmálunum eisini fevnir um kost okkara í Føroyum:

- Heimsmálini eru ein sáttmáli, og tað er púra natúrligt at vit í Føroyum eisini fylgja heimsmálunum so nógv vit kunnu. Heimsmálini er ikki nóg sjónlig í okkara samfelag, og kostráðini eru ein roynd at fremja hesi mál. Kostráðini snúgva seg ikki einans um heilsuna hjá mær og tær, men eisini um heilsuna hjá móðir jørð, sigur Snorri Patursson.

Føroysk matmentan
Umframt at leggja dent á umhvørvið, tekur Fólkaheilsuráðið serligt atlit til føroyska matmentan. Við hesum skilur Fólkaheilsuráðið seg frá hinum norðurlondunum, tí tey raðfesta ikki staðbundnu matmentanina í almennu tilmælunum.

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, greiðir frá orsøkini:

- Vit taka bæði støði í aktuellum kanningum av kostvanum í Føroyum, vísindaliga grundaðum tilmælum og føroyskari matmentan. Orsøkin til at føroysk matmentan er við, er bæði umhvørvisgrundað (at eta lokalt) og fyri at gera kostráðini hóskandi í Føroyum, sigur hann.

Fyrr í ár, tá farið varð undir at dagføra føroysku kostráðini, setti Snorri Patursson, kostráðgevi, seg í samband við danska Fødevarestyrelsen, ið stendur fyri donsku kostráðunum.

- Fólkaheilsuráðið er bert eitt ráð, ikki ein stovnur, og resursirnar at menna kostráðini eru avmarkaðar. Tí var talan um at samstarva við danir um myndanýtslu og annað. Vit gjørdu tað greitt fyri dønum, at okkara kostráð høvdu serligt atlit til staðbundnan mat, so sum ræstan fisk og annað, og tí var eisini neyðugt við myndum av hesum mati. Jú, meira rúm hesar matvørur fingu, jú, minni áhuga høvdu danir at samstarva. Viðvíkjandi burðardygd vóru donsku og føroysku tilgongdirnar eisini ymiskar. Vit vildu eggja føroyingum til at eta villan mat, so sum haru og fugl. Tað endaði tí við at samstarvið slitnaði, og vit valdu at taka egnar myndir til faldaran og plakatina um kostráðini, greiðir Snorri Patursson frá.

Stutt flutt grønmeti
Í øllum kostráðum, bæði gomlum og nýggjum, er tilmælið at eta meira grønmeti og frukt, tí hesi hava nógvar vitaminir, mineral og kosttrevjur. Hetta er serliga galdandi fyri grova grønmetið, til dømis røtur, gularøtur, ertrar og blómkál. Í tráð við málið at fremja eina burðardygga, staðbunda matmentan, mælir Fólkaheilsuráðið til at raðfesta stutt flutt grønmeti.

- Grønmeti og frukt eru millum tær matvørur, sum hava minst kolevnisfótaspor. Frukt, ber og grønmeti, sum eru komin til Føroya við flogfari, tyngja kortini umhvørvið. Flutningur við skipi og lastbili hevur minni ávirkan á umhvørvið. Et fyrst og fremst føroyskt grønmeti og sum heild eftir árstíðunum, sigur Snorri Patursson.

Í hesum sambandi verður somuleiðis víst á, at alt grønmeti og allar fruktir telja við í kostráðunum. Bæði fryst og pakkað grønmeti, og leykur og annað grønmeti í samankókaðum rættum.

Bjølgfruktir

Hóast vit í Føroyum ikki eru von at gera mat við bjølgfruktum, so leggur Fólkaheilsuráðið stóran dent á fyrimunirnar av at eta bjølgfruktir:

- Bjølgfruktir og nøtir eru góðar, tá tú vilt eta heilsugott. Tá tú etur planturíkt og fjølbroytt, eru bjølgfruktir, nøtir og fræ góðar keldur til protein og onnur føðsluevni. Samstundis eru bjølgfruktir millum tær matvørur, sum hava minst kolevnisfótaspor, sigur kostráðgevin.

Tey flestu munnu hugsa um bjølgfruktir, at tað eru kikertrar og soyabønur, sum eru innfluttar úr fjarskotnum londum, men hetta er ein misskiljing. Gaman í hava heitu, fjarskotnu londini eitt fantastiskt margfeldi av bjølgfruktum, men tað er eisini gamalt at dyrka bjølgfruktir í Norðurlondum. Ertnabeltið strekkir seg frá Suðursvøríki, tvørtur um Danmark og endar í Suðuronglandi. Heitið lýsir økið við jarð- og veðurlagsviðurskiftum, har ertrar hava góð gróðrarlíkindi. Tí er Danmark stórframleiðari av ertrum. Danski stjørnukokkurin og mataktivisturin, Claus Meyer, hevur gjørt eitt megnararbeiði at stimbra nýtsluna av gomlum, norðurlendskum plantusløgum, og seinastu árini hevur hann arbeitt við at fremja virðingina fyri norðurlendskum bjølgfruktum, so sum kloyvdum ertrum, lollendskum rosinum, hestabønum, gotlandslinsum, lupinbønum og gulum ertrum frá Vreta Kloster í Svøríki. Hetta eru gomul bjølgfruktasløg, sum eldsálir hava varðveitt í fleiri áratíggju.

Vit hava ikki bjølgfruktamentan og -veltur í Føroyum, men vit kunnu keypa bjølgfruktir, ið eru dyrkaðar í grannalondum okkara. Hevur mann hug og áræði kann mann eisini fara undir at dyrka bjølgfruktir í Føroyum, tí nógvar bjølgfruktir trívast um okkara leiðir. At bjølgfruktir taka køvievni úr lofthavinum og gagna landbúnaði og umhvørvi, er eisini ein góð orsøk at dyrka tær.

Margfeldi í sjónum og á landi
Fólkaheilsuráðið vísir á, at fiskur og skeljadjór eru góð fyri heilsuna, tí tey hava protein, fitievni, vitaminir og mineral sum til dømis D-vitamin, jod og selen, sum ofta eru trupul at fáa úr øðrum matvørum. Einki nýtt er í hesum tilmæli um at fiskur er heilsugóður kostur, men sum nakað nýtt talar Fólkaheilsuráðið fyri nær veiddum sjómati.

- Í Føroyum hava vit stórt fiskiríkidømi. Et tí ymisk sløg av føroyskum fiski, eisini fiskasløgini, ið ikki eru so vanlig, og sum vit ikki eru so von við at fáa til keyps. Jú, minni føroyski fiskurin er virkaður, og jú styttri hann er fluttur, jú betri er hann fyri umhvørvið, stendur í kostráðunum.

Felags fyri norðurlendsku kostráðini er tilmælið at avmarka, hvussu nógv tú etur av kjøti og serliga lidnum kjøtvørum, tí tað er betri fyri heilsu og umhvørvi, men eisini her hevur Fólkaheilsuráðið føroyskað tilmælið.

- Minkar tú um kjøtið, er tað eisini gott fyri umhvørvið. Hetta er serliga galdandi fyri neyta- og seyðakjøt, sum er millum tær matvørur, ið tyngja umhvørvið mest. Tí er umráðandi, at vit skifta ímillum kjøtsløgini og eisini eta eitt nú føroyska haru og fugl. Hesi hava munandi minni neiliga ávirkan á umhvørvið. Um tú velur at eta neyta- og seyðakjøt, et so føroyskt framleitt kjøt heldur enn innflutt. Tað er burðardyggari og ger okkum sjálvbjargnari. Hetta styrkir og styttir eisini um sambandið millum føroyska keyparan og framleiðaran, og hetta gagnar umhvørvinum og føroysku matmentanini.“

Vørumerking
Lyklaholsmerkið er norðurlendskt vørumerki, ið kunnar um føðsluevni í matvørum. Fólkaheilsuráðið viðmælir føroyingum at hyggja eftir lyklaholsmerkinum, tá farið verður til handils.

- Keyp matvørur við grøna lyklaholsmerkinum, tá tú fert til handils. Endamálið við lyklaholsmerkinum er at gera tað lættari at velja mat, ið inniheldur nógvar kosttrevjur og fullkorn og minni feitt, sukur og salt, sigur Magni Mohr.

Føroyskar matvørur hava ikki fingið lyklaholsmerkið enn, men Snorri dregur fram, at gott hevði verið um føroysku matvørurnar eisini høvdu eina meira fullfíggjaða vørumerking,

- Merkjakunngerðin bleiv seinast dagførd í 1996 og treingir sostatt til at verða dagførd.

Føroyski brúkarin skal kunna kenna seg eins tryggan og neyvt vitandi um hvat matvøran inniheldur, tá veljast skal ímillum útlendskar og føroyskar matvørur, sigur Magni Mohr.

Kunningarátak
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum vísir á, at nú kostráðini eru dagførd, fer Fólkaheilsuráðið undir alment kunningarátak.

Vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og tí byrjar Fólkaheilsuráðið við vitjanum á stovnum og skúlum, har tey fara at greiða frá kostráðunum og geva íblástur til heilsugóða matgerð,

- Vit fara at kunna um kostráðini á sosialum miðlum, við fyrilestrum, plakatum og vitjanum á stovnum runt um í landinum, sigur Magni Mohr.