19. september 2017

Gerandishetjan 2017

Sirið Stenberg fer í sambandi við Fólkaheilsuráðstevnuna 20. oktober at avdúka eina gerandishetju. Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

Endamálið við at finna eina gerandishetju er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt nakað munagott innan heilsufremjan. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá fólki. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Øll kunnu tilnevna eina gerandishetju. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin, og gerandishetjan verður avdúkað á Fólkaheilsuráðstevnuni 20. oktober 2017.

Seinast freist at koma við uppskotum er 12. oktober 2017.

Oyðiblað til títt uppskot er her