30. september 2010

Gallupkanning viðvíkjandi ymiskum lívsvanum, 2010

Tað gleðiliga er nú hent, at talið av dagligum roykjarum er fallið niður á 24%. Hetta talið hevur verið hægri, soleiðis var tað í 2009 heilt uppi á 29%.

Færri føroyingar eru likamliga óvirknir og færri roykja


Aftur í ár hevur Fólkaheilsuráðið biðið Gallup spyrja nakrar spurningar um lívsvanar hjá føroyingum. Í ár vóru 528 fólk spurd m.a. um royking, um tey íðka ítrótt og um tey eta frukt og grønmeti. Hetta eru tilvildarliga vald fólk 15 ár og eldri.

Tað gleðiliga er nú hent, at talið av dagligum roykjarum er fallið niður á 24%. Hetta talið hevur verið hægri, soleiðis var tað í 2009 heilt uppi á 29%. Hend er eisini tann broyting, at nú er tað yvirvág av kvinnum, sum roykja, nevniliga 25% av kvinnunum og 22% av monnunum. Hyggja vit uppá aldursbólkarnar, eru tað bert 15% av teimum heilt ungu ímillum 15 og 24 ár, ið roykja hvønn dag. Flest roykjarar eru millum teirra, ið eru ímillum 25 og 39 ára gomul. 40% av teimum, sum spurd vóru, søgdu seg hava roykt áður, men eru givin. Hetta er áleið sama tal sum undanfarin ár.

BMI ella BodyMassIndex, altso vektin í mun til hæddina vísir, at støðan er áleið tann sama sum undanfarin ár, nevniliga at 39 % hava eitt BMI ímillum 25 og 30 og 12% yvir 30, tað vit rópa ávíkavist yvirvektig og feit.

Viðvíkjandi likamsvirkni er at siga, at talið á teimum, sum ongantíð íðka ítrótt ella venja likamliga er fallandi. Í 2007 vóru hesi 37% og nú eru tey bert 23%, ið siga, at tey eru púra óvirkin. Parturin av teimum, sum eru likamsvirkin í ítrótti ella øðrum likamsvenjingum 4 ferðir um vikuna ella meira er vaksandi. Í 2010 siga 2/3 at tey íðka ítrótt ella likamsvenjingar av øðrum slag meira enn 1 ferð um vikuna.

64% siga seg eta frukt 4 ferðir um vikuna ella meira. Umleið helvtin etur grønmeti, annað enn eplir, meira enn 4 ferðir um vikuna. 16% eta fisk 4 ferðir um vikuna ella meira. Samlað siga fólk, at tey eta í meðal 225 g av frukt og grønmeti um dagin. Hetta er áleið tað sama sum undanfarin ár, men hetta er tó minni enn mælt verður til í tilmælinum hjá danska heilsustýrinum, sum sigur 600 g av frukt og grønmeti um dagin.
Gallupkanning kann takast niður í Power Point á hesi síðuni.