16. september 2020

Gallup World Poll-kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum er nú til taks

Kanningin verður framd í stórum parti av heiminum og viðger atferð, trivnað og meiningar hjá borgarunum. Fólkaheilsuráðið ger hesa kanningina 3-4 hvørt ár og hevur higartil úrslit frá 2013, 2017 og so nú í 2020.

Kanningin verður framd í stórum parti av heiminum og viðger atferð, trivnað og meiningar hjá borgarunum. Fólkaheilsuráðið ger hesa kanningina 3-4 hvørt ár og hevur higartil úrslit frá 2013, 2017 og so nú í 2020.

Niðurstøður:

Kanningin vísir, at umleið helvtin av teimum spurdu hava búð uttanlands í meira enn 6 mánaðir. Talið sær út til at vera vaksandi seinastu árini, sum ivaleyst vísir øktu flytingina til Føroya. Fleiri kvinnur enn menn hava búð uttanlands í 2020, og kvinnurnar eru longur uttanlands enn menninir; eingin munur var ímillum kynini í 2013, meðan stórur munur er á ymisku aldursbólkunum, og fleiri í miðstaðarøkinum enn útjaðaranum hava búð uttanlands, og hesin munur er øktur frá 2013 til 2020. Flestu við longum útbúgvingum hava búð uttanlands, umframt at inntøka og arbeiðsøki síggja út til at spæla ein leiklut.

Føroyingar kenna seg tryggar í Føroyum; m.a. kenna 96% seg trygg at ganga úti um kvøldið. Hetta er yvirskipað galdandi fyri bæði kynini, allar aldursbólkar og øll øki í landinum. 84% siga seg hava álit á rættarskipanini í Føroyum, har kvinnurnar liggja eitt vet lægri enn menninir. Álit á landsins stýri er støðugt hækkandi síðan 2013, og umleið tveir triðingar siga seg hava álit á landsins stýri. Álitið á valskipanina hevur eisini verið vaksandi síðan 2013. Menn vísa størra álit á bæði landsins stýri og valskipanina, enn kvinnurnar gera.

82% halda, at børn vera viðfarin við virðing í Føroyum, og hetta er lægri enn í 2013 og 2017, bæði hjá monnum og kvinnum. Færri halda eisini, at børn hava møguleika at læra og mennast støðugt í dag, enn í 2013 og 2017.

Fleiri eru nøgd við sítt starv í 2020 enn í 2013, har talið í dag liggur heilt uppi á 97%. Fimti hvør metir seg hava heilsutrupulleikar, sum gera, at tey ikki fáa gjørt alt tað, sum fólk í teirra aldri vanliga gera. Fjórði hvør metir seg vera strongdan, og hetta talið er vaksandi frá 2013. Fleiri kenna kropsliga pínu, stúran, døpurhuga, strongd og illsinni, enn kanningarnar frammanundan hava víst.

97% meta seg hava góðan stuðul frá familju at hjálpa sær í truplum støðum, og 89% eru nøgd við sínar møguleikar at knýta vinabond í Føroyum. 80% eru saman við vinum minst einaferð vikuliga, og nøkulunda sama tal er galdandi fyri samveru við familjuna uttanfyri egið húski. Samanumtikið meta tey flestu, at lívið er gott, og at lívið verður betri um 5 ár. Sivil støða, inntøka og útbúgvingarstig hava týdning fyri lívsgóðskuna, og vit síggja at lívsgóðskan er vánaligast hjá teim ungu.

4% siga seg hava verið offur fyri harðskapi seinasta árið, og bæði kynini eru her líka væl umboðað. Hægstu tølini í hesum sambandi síggjast í yngstu aldursbólkunum. Helvtin av føroyingum halda, at Føroyar eru eitt gott land hjá samkyndum at búgva í. Minni enn helvtin halda, at Føroyar eru góðar fyri tey við serligum tørvi, og hetta talið er lækkandi.

Samanumtikið stuðla hesi úrslit undir aðrar kanningar hjá Fólkaheilsuráðnum m.a. “Better Life Survey” (OECD-kanning) og vísa at Føroyar yvirskipað er eitt gott land at búgva í, eisini tá samanborið verður við onnur lond. Føroyingar meta Føroyar vera tryggar og hava stórt álit á myndugleikunum. Flestu borgarar eru nøgdir við sítt starv og meta seg hava góð fólk rundan um seg, umframt at sosial sambond vísa seg at vera sterk. Eisini meta tey flestu, at lívið í framtíðini verður betri. Tó hómast avbjóðingar, sum “Hvussu hevur tú tað?” kanningarnar eisini neyvt vísa. Umleið 20% hava heilsutrupulleikar, sum darva í gerandisdegnum; ein fjórðingur kennir tekin til strongd, og vit síggja enn einaferð, at tey ungu liggja lægst á lívsgóðskubarometrinum. Hóast vit í miðal hava høga lívsgóðsku, so eru tað borgarar, sum stríðast.

Fólkaheilsuráðið fer í næstum at almannakunngera stóru “Hvussu hevur tú tað kanningina?”, sum er tann størsta fólkaheilsukanningin, sum er gjørd í Føroyum higartil. Ráðið hevur nú sterk og fjølbroytt hagtøl at menna eina fólkaheilsuætlan, sum er neyv í mun til føroyskar heilsuavbjóðingar.   

 

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum.

Myndir frá Rørslufagnaðinum 2018