01. september 2010

Fólkaheilsurenningin 2010

Øll eru vælkomin at luttaka, og ein ger sjálv/ur av um ein rennur ella gongur teinin. Talan er ikki um rennikapping og ongin tíðtøka verður. Kortini verður stóra klokkan sett í gongd tá startskotið verður latið av, og so kann ein sjálvur hyggja eftir tíðini tá ein kemur aftur – væl at merkja um ein hevur hug til tað.

 Fólkaheilsurenningin 2010 verður leygardagin 4. september í Klaksvík, í Runavík, í Miðvági, á Tvøroyri og á Sandi og sunnudagin 5. september í Havn.

Tilmelding á www.renn.fo
Skráðir:
 

Fólkaheilsurenning í Klaksvík

Leygardagin 4. september kl. 14.00 skipar Treysti fyri árligu Fólkaheilsurenningini í Klaksvík.


Fyri øll 
Øll eru vælkomin at luttaka, og ein ger sjálv/ur av um ein rennur ella gongur teinin. Talan er ikki um rennikapping og ongin tíðtøka verður. Kortini verður stóra klokkan sett í gongd tá startskotið verður latið av, og so kann ein sjálvur hyggja eftir tíðini tá ein kemur aftur – væl at merkja um ein hevur hug til tað. 

Teinar 
Veljast kunnu tveir teinar. Styttri teinurin verður 2 km, meðan tann longri teinurin verður 5 km. Fólk gera sjálv av, hvussu langt tey renna og/ella gangaRutan í Klaksvík er frá Badmintonhøllini, oman eftir Bøgøtu, aftanfyri Skýlið og úteftir. Tey sum renna styttra teinin venda á Gravarbø, meðan tey sum renna longra teinin venda úti á Skarðhamri. Á veg heimaftur skal snarast oman til ”Húkin” og niðan til Bøgøtu og so oman aftur til Badmintonhøllina. 

Tilmelding 
Tilmelding fer fram á www.renn.fo ella á staðnum í seinasta lagi 15 min. áðrenn startin. Luttøkugjaldið, sum er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn, fer óskert til Treysti. 

Startnummarið verður við í lutakastinum um 10 ymsar vinningar. Trekt verður á staðnum og skal ein verða á staðnum tá trekt verður lut, og fæst vinningurin við at vísa startnummarið. 

Felags upphiting 
Felags upphiting verður í Badmintonhøllini og verður tað YNDI Fitness, sum kemur at taka sær av tí partinum. 

Frukt og vatn 
Eftir at ein er komin á mál ber til at fáa frukt og vatn. Vatnið er latið av Føroya Bjór. 

Lutakast 
Startnummarið er samstundis lutaseðil, sum er við í lutakastinum um ymsar vinningar. 

Skrá Klaksvík: 
Kl. 13.00-13.45 Avheintan av startnummari 
Kl. 13.00-13.45 Tilmelding 
Kl. 13.45 Felags upphiting, sum YNDI Fitness skipar fyri 
Kl. 13.55 Aksel V. Johannesen, landstýrimaður, sigur nøkur orð 
Kl. 14.00 Startur uttanfyri Badmintonhøllina 
Kl. 15.00 Lutakastið verður kunngjørt 
 

Sum áður nevnt, so eru øll vælkomin at luttaka, og vit vóna at síggja nógvar luttakarar til Fólkaheilsurenningina í Runavík fríggjadagin og í Klaksvík leygardagin.

Heilsurenning í Sandoy:

Skrá:

Møta í hølunum hjá B71 inni í Dal, kl. 14:30 

Møguleiki er at fáa blóðtrýst mált: 

Farið verður niðar á fótbóltsvøllin at hita upp kl. 14:45 

Farið verður avstað runt Sandsvatn, kl. 15:00 

Tá komið er á mál, stendur eitt leskiligt fruktborð klárt at taka av, í hølunum hjá B71. 

Luttøkugjald er kr. 20,00

Heilsurenning í Vágum

Heilsrenningin verður í Miðvági leygardagin kl. 15.00. Byrja verður við Café XV, har vit hita upp áðrenn vit fara at ganga/renna. Tá vit koma aftur á mál, bjóðar Vága Kommuna frukt og okkurt at drekka, eisini fáa børnini blusir frá BankNordik.


Tann stutti teinurin 
Byrjað verður uttan fyri XV í Miðvági (Inni á støð), runnið/gingið verður eftir jatnavegi, oman á Tormansbakka, eftir Kirkjavegi og út á bakka har vent verður og gingi/runnið sama tein heim aftur, ca 2,6 km. 

Tann leingi teinurin 
Byrjað verður uttan fyri XV í Miðvági (Á Stønni), runnið/gingið verður eftir jatnavegi, oman á Tormansbakka, eftir Kirkjavegi og út á bakka, har runnið verður runt um pelan heim aftur eftir Kirkjavegi, norð (mótur Kirkjuni) eftir jatnavegi, til vinstru við Bótolvsveg og út aftur á bakka har vent verður og heim aftur eftir Kirkjavegi, Tormansbakka og jatnavegi og oman eftir Heimaru bryggju og á mál við XV (Inni á Støð), ca 4,5 km. 

Báðir teinar eru góðir lættir teinar at renna ella ganga.

Fólkaheilsurenning í Trongisvági

Leygardagin 4. sept. skipar Hvistan fyri Fólkaheilsurenning í Trongisvági. Møtt verður í Trongisvágs skúla kl. 16.30.

Runnið ella gingið verður inn eftir Hvalbiarvegnum, runt Sterling, úteftir Rangávegnum, Hvammavegnum, út til ósan og niðan aftur í skúlan. 

Rutan er knappar 5 km. 

Tú gert sjálvur av, um tú gongur ella rennur. Barnavognsfamiljur eru vælkomnar, eins og fólk í koyristóli. Fólkaheilsurenning er fyri ØLL! 

Skráin: 
16.30 Tilmelding. Tiltakið er frítt. 
Til ber at máta blóðtrýst, puls og blóðsukur. 
Diabetesfelagið og Blóðdonorfelagið eru eisini á staðnum. 

16.50 Felags upphiting v/Sáru fysioterapeuti 

17.00 Startur. Túrurin tekur 25 - 60 min. 

18.00 Frukt og vatn

Fólkaheilsurenning í Runavík 3. september 2010

Skrá:


kl. 17.00-17.45 Avheinta startnummar. 

kl. 17.00-17.45 Tilmelding. 

kl. 17.45 Felags upphiting við YNDI Fitness. 

kl. 17.55 Aksel Johannessen, landstýrismaður, sigur nøkur orð. 

kl. 18.00 Startur uttanfyri Ítróttarhøllina. 

kl. 19.00 Lutakastið verður kunngjørt. 

Tilmelding á: www.renn.fo

Marathon og Fólkaheilsurenning

Í sambandi við, at skipað verður fyri Tórshavn Marathon verður eisini skipað fyri fólkaheilsurenning 2. - 3. - 4. og 5. september.

Tiltakið inniheldur hesar møguleikar: 
- Renn eitt Marathon (42,2 km teinur) 
- Renn eitt Hálvmarathon (21,1 km teinur) 
- Heilsurenning, renning ella gongd av einum 5,5 km ella 2,2 km teini.