22. apríl 2021

Fólkaheilsuráðið og ABC samstarvsfelagar á Brúnni í Skálavík

Týsdagin 20. apríl hittust ABC samstarvsfelagarnir aftur á fundi. Hettar var 13. ferð síðan samstarvið byrjaði í 2017. Hesaferð var fundurin í Skálavík á eftirskúlanum Brúnni, og høvuðsevnið var “royndir hjá samstarvsfeløgum við ABC fyri sálarliga heilsu”.

Fyrsti skúli í Føroyum

Brúgvin, sum bleiv samstarvsfelagi í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu í 2019, hevði eina framløgu á fundinum týsdagin. Tey greiddu millum annað frá, at tey tóku stig til at gerast partur av ABC verkætlanini, longu tá ið fyrireikingarnar til fyrsta skúlaárið vóru í gongd. At rótfesta ABC fyri sálarliga heilsu so tíðliga í ætlanunum fyri skúlan, mettu tey hevur gjørt tað lætt hjá teimum at brúka ABC boðskapirnar í øllum virkseminum á skúlanum. Holistiska tankagongdin hjá skúlanum hildu tey hóskaði sera væl saman við ABC verkætlanini og teir tríggir ABC boðskapirnir; ver virkin, ver saman og ver hugbundin eru hugsaðir inn í tímatalvuna á skúlanum. Tað var eisini sera áhugavert at hoyra tveir næmingar greiða frá, hvussu teir merktu, at ABC boðskapirnir blivu brúktir á skúlanum. Skúlaleiðarin metti, at orðini “virkin, saman og hugbundin” eru orð, sum allir næmingar á skúlanum nú kennast við. Hetta fegnast vit um í Fólkaheilsuráðnum, tí tilvit um ABC boðskapirnar kann hava góða ávirkan á sálarligu heilsuna.

Hóast nógvir skúlar í Føroyum hava brúkt ABC fyri sálarliga heilsu á ymiskan hátt gjøgnum árini, so er eftirskúlin Brúgvin fyrsti skúli í Føroyum, ið hevur valt at rótfesta ABC fyri sálarliga heilsu í skúlanum og skapt tilvit millum bæði lærarar og næmingar. Royndirnar hjá skúlanum mugu sigast at vera góðar, og vit vóna, at vit fara at síggja meira til ABC fyri sálarliga heilsu á enn fleiri skúlum í Føroyum í framtíðini.

Átøk breiða seg um landið

Eftir nýggjár skipaði Fólkaheilsuráðið fyri átakinum “Virkin januar”. Vágs kommuna, sum eisini er samstarvsfelagi í ABC fyri sálarliga heilsu, legði ætlanir um eitt heilsuátak um somu tíð og fekk íblástur til at skipa fyri átakinum “Virkin Vágur” í februar. Væleydnaða tiltakið hjá Vágs kommunu elvdi til, at Sands kommuna tók stig til at gerast ABC samstarvsfelagi, sum síðani skipaði fyri Virkin Sandoyggj saman við hinum kommununum á oynni í mars.

Magnus Pauli West frá Vágs kommunu og Hanna á Reynatúgvu frá Sands kommunu greiddu frá, hvussu tey skipaðu fyri átøkunum heilt frá hugskoti til, hvussu tiltøkini vóru gjøgnumførd. Tað var stuttligt at hoyra tey greiða frá, hvussu lætt tað var at fáa tiltakið í gongd við góðum kreftum í nærumhvørvinum, og hvussu væl borgararnir tóku ímóti. At opna felagsskapir, sum vanliga eru meira afturlatnir og varpa ljós á tey átøk, sum eru í nærumhvørvinum, kann geva góð úrslit. Fleiri feløg hava fingið fleiri limir og ítróttagreinir, sum áður hava verið dotnar niðurfyri, hava fingið nýtt lív eftir átøkini. Á fundinum kom eisini fram, at summi fakfólk merkja eina jaliga broyting millum fólk. Hesi átøkini hava sett eina bylgju í gongd, so meira verður at síggja til “Virkin” átøk komandi tíðina kring landið.

Í løtuni eru 24 kommunur, feløg og stovnar kring alt landið partur av ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.

Myndir frá samstarvsfundinum