15. november 2018

Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari atgongd til rúsdrekka

Fólkaheilsuráðið hevur í hoyring í Vinnunevndini hjá Løgtinginum mælt frá, at bryggjaríini fáa loyvi til at selja sína egnu framleiðslu í egnum sølustøðum kring landið. Talan er um Løgtingsmál nr. 17/2018, sum snýr seg um at broyta verandi lóg soleiðis, at bryggjaríini kunnu selja alla sína framleiðslu á egnum sølustøðum; hetta mælti Fólkaheilsuráðið frá í hoyringini.

Fólkaheilsuráðið hevur í hoyring í Vinnunevndini hjá Løgtinginum mælt frá, at bryggjaríini fáa loyvi til at selja sína egnu framleiðslu í egnum sølustøðum kring landið.

Talan er um Løgtingsmál nr. 17/2018, sum snýr seg um at broyta verandi lóg soleiðis, at bryggjaríini kunnu selja alla sína framleiðslu á egnum sølustøðum; hetta mælti Fólkaheilsuráðið frá í hoyringini.

 

Grundgevingar

Atgongd

Fólkaheilsuráðið vísir á, at tess betri atgongd er til rúsdrekka, tess meiri verður selt og hareftir meiri drukkið.  Fólkaheilsuráðið mælir tí til varnan politikk á hesum øki, har eitt avgerandi amboð er søla samlað í einkarsølu. Fólkaheilsuráðið vil heldur styrkja einkarsøluna og framtíðar tryggja hana og heldur, at einkarsølu meginreglan skal varðveitast.

Sum er, er tað nøktandi við teimum støðum, har Rúsdrekkasøla landsins longu er. Eingin hevur longri enn ein hálvan tíma til nærmasta sølustað.

 

Fólkaheilsuráðið við í Norðurlendskum samstarvi

NRS – Nordisk Rusmiddel Seminar, sum  Fólkaheilsuráðið er partur av, er umboðað av øllum norðurlondum. Felagsskapurin hittist árliga fyri at umrøðu fyribyrgingararbeiðið í sambandi við m.a. rúsdrekka. NRS er á einum máli um, at einkarsølur í londunum er hin frægasta loysnin, soleiðis at søla og nýtsla verða tálmað, umframt at eftirlitið við nýtsluni er lættari. Tí eiga við at varðveita einkarsølugrundregluna.

 

7 – 14 tilmæli

Fólkaheilsuráðið hevur bert heilsulig atlit í málinum. Viðvíkjandi tilmæli um nøgdir, sum í mesta lagi er ráðiligt at drekka, vísir gransking 7 alkoeindir um vikuna fyri kvinnur og 14 alkoeindir fyri menn. Her er talan um eitt vísindaligt grundarlag fyri tilmælinum. Hetta tilmælið kemur møguliga at verða strammað enn meiri í komandi tíðum, tí nýggj gransking vísir møgulig skaðilig árin av minni alkoholnýtslu enn gomlu tilmælini vísa til. Ovurnýtsla av rúsdrekka kostar eisini heilsuverkinum í hinum endanum í viðgerð av sjúkum sum t.d. krabbameini og øðrum fylgisjúkum.

 

Fólkaheilsuráðið