12. mars 2018

Fólkaheilsuráðið er nú almennur samstarvsfelagi við Act-Belong-Commit í Avstralia, við føroysku verkætlanini: ABC fyri sálarliga heilsu.

Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt við menningarverkætlanini ABC fyri sálarligar heilsu síðan tíðliga í 2017, og er nú almennur samstarvsfelagi við Act-Belong-Commit, við verkætlanini; ABC fyri sálarliga heilsu. Føroyar eru sostatt saman við Danmark og Norra, triðja landi í heiminum, ið arbeiðir við hesum átaki innan sálarliga heilsu, sum er grundað á gransking.

Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt við menningarverkætlanini ABC fyri sálarligar heilsu síðan tíðliga í 2017, og er nú almennur samstarvsfelagi við Act-Belong-Commit, við verkætlanini; ABC fyri sálarliga heilsu. Føroyar eru sostatt saman við Danmark og Norra, triðja landi í heiminum, ið arbeiðir við hesum átaki innan sálarliga heilsu, sum er grundað á gransking.

Verkætlanin í Føroyum hevur sín uppruna í Act-Belong-Commit í Avstralia. Act-Belong-Commit er eitt víðfevnandi sálarliga heilsufremjandi átak, ið roynir at eggja fólki til at taka stig til at fremja og styrkja sálarligu heilsuna. Samstundis verður roynt at eggja organisatiónum til at gera sítt til at fremja sálarliga heilsufremjandi umhvørvið og gera tað lættari at luttaka í ymiskum felagsskapi og virksemi. Í stuttum snýr tað seg um at betra um sálarligu heilsuna, við at fylgja einfalda boðskapinum: Ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Eftirmetingar í Avstralia hava víst, at átakið gjøgnum seinastu 12 árini hevur gjørt fólk varug við, at tað er ymiskt, vit kunnu gera og áttu at gjørt, fyri at ansa eftir okkara sálarligu heilsu. Átakið hevur eisini broytt hugburðin til sálarliga heilsu og sálarligar trupulleikar, og minka um stigmatisering, ið er knýtt at sálarligum trupulleikum.

Í Føroyum er talan um eina menningarverkætlan, ið Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Saman við 17 øðrum samstarvsfeløgum, ið eru kommunur, feløg, stovnar og kristiligir felagsskapir, arbeiða vit saman fyri at gera fólk tilvitað um, hvussu føroyingar kunnu betra um sálarligu heilsuna og betra um umstøðurnar fyri hesum.

Arbeiði við verkætlanini gongur avbera gott. Áhugin fyri verkætlanini hevur verið stórur, og føroyingar tykjast jaligir fyri átakinum og boðskapunum. Seinastu mánaðirnar hava ABC samstarvsfelagar funnið fram til, hvussu teir ynskja at arbeiða við ABC fyri sálarliga heilsu. Til triðja ABC samstarvsfundin herfyri vísti tað seg, at flestu samstarvsfelagar meta, at fyrsta stig eigur at vera - at gera føroyingar tilvitaðar um, hvat sálarlig heilsa er, og hvussu vit kunnu betra um sálarligu heilsuna. Fleiri hava síðani ætlanir um at hugsa ABC inn í verandi átøk, og onnur hava góð hugskot til nýggj ABC átøk. Semja er um, at nógv virksemi er í Føroyum, ið kann setast í samband við ABC, men tá fólk eru tilvitað um, hvat hevur týdning fyri sálarligu heilsuna, tá kunnu vit gera meira av tí, ið longu er gott, og leggja enn meira dent á trivnað í øðrum virksemi.