10. november 2014

Fiskur í fokus við familjuborðið

Føroyski amerikumaðurin Joel Cole setir sær fyri at fara á óbodna vitjan hjá eini barnafamilju á Hvítanesi. Við sær hevur Joel leskiligan føroyskan laks og vísir teimum, hvussu tey í felag gera ein lekkran fiskadøgurða.

Nýggjur filmur frá Fólkaheilsuráðnum vísir føroysku barnafamiljuni, hvussu lætt og lekkurt tað er at gera fisk til døgurða. Filmin sært tú niðanfyri og uppskriftina fært tú her.

Í filminum hitta vit eina vanliga føroyska barnafamilju. Føroyski amerikumaðurin Joel Cole setir sær fyri at fara á óbodna vitjan hjá eini barnafamilju á Hvítanesi. Við sær hevur Joel leskiligan føroyskan laks og vísir teimum, hvussu tey í felag gera ein lekkran fiskadøgurða. Vit hitta Óluvu Gunnarsdóttir og Ian Skylv Hansen og tey trý børnini Helenu 10 ár, Bjarta 7 ár og Marna 2 ár. Joel ger tað leikandi lætt og fær alla familjuna við í matgerðina. Á vegnum hendir ymiskt stuttligt og óvæntað. 

 

Kostráðini: Et meira av fiski

Fiskur er góður og sunnur matur við nógvum góðum føðsluevnum í, eitt nú omega-3 feitt, D-vitamin og selen. Tað tykist tó, sum at fiskur stendur niðarliga á ynskilistanum og innkeypslistanum, tá barnafamiljan skal til handils ella gera døgurða. Tí hevur Fólkaheilsuráðið gjørt av, at fiskur skal vera eitt høvuðsfokusøki í 2014.

Tey 10 kostráðini eru nýliga komin út av nýggjum og síggjast her.