01. november 2022

Dagførd rørslutilmæli

Fólkaheilsuráðið hevur júst dagført rørslutilmælini, sum taka støði í rørsutilmælunum hjá heimsheilsustovninum WHO.

Høvuðsboðskapurin í tilmælinum er, at øll rørsla munar.

Mannakropppurin er skaptur til rørslu. Kroppurin setur ikki spurnartekin við, á hvønn hátt vit røra okkum, tí øll rørsla munar og er betri enn eingin, og at vera kropsliga virkin er heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi.

Daglig kropslig rørsla er í dag í harðari kapping við ov nógvar og ov langar sitiløtur og sitandi arbeiði, og eitt matumhvørvi við yvirvág av ov nógvum og vánaligum kosti, ið er torførur at velja frá.  

Nútíðarinnar samfelag og lívsstøða ger, at vit hava uppaftur størri tørv á at raðfesta rørslu, minka um skíggjanýtsluna og at raðfesta heilsugóðan kost. Samfelagið má skipast soleiðis at tað gerst lættari hjá okkum í Føroyum at velja rørsluna og kropsligt virksemi til og ikki frá.