12. desember 2018

Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu

Í blaðnum kanst tú lesa um hví ABC samskiparin í Bláa Krossi, Lív Justinussen, heldur, at Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu. Monika Mohr, sum leiðir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, greiðir frá í eini aðrari grein, hví Blái Krossur kann vera við til at breiða sálarheilsuboðskapin út.

Blái Krossur Føroya hevur júst givið nýtt limablað út, har ein stórur partur av blaðnum snýr seg um teirra leiklut í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum ABC fyri sálarliga heilsu. Vit eru so heppin at vit hava fingið loyvi til at deila greinarnar við tykkum.

Í blaðnum kanst tú lesa um hví ABC samskiparin í Bláa Krossi, Lív Justinussen, heldur, at Blái Krossur og ABC hóska saman sum fótur í hosu. Monika Mohr, sum leiðir verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu, greiðir frá í eini aðrari grein, hví Blái Krossur kann vera við til at breiða sálarheilsuboðskapin út.

Eisini kanst tú lesa um hví Fólkaheilsuráðið mælir frá víðkaðari rúsdrekkalóg.