29. september 2022

ABC vikan í ár hevur hópin av ókeypis tiltøkum

Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at Fólkaheilsuráðið skipar fyri eini ABC viku í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober. Í ár er ABC vikan 3.-9. oktober. Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri.

Raðfestið sálarligu heilsuna

Evnið fyri ABC vikuna í ár er ”Raðfestið sálarligu heilsuna” og leggur upp til, at bæði borgarar, stovnar, kommunur, feløg, politikarar og samfelagið sum heild í nógv størri mun raðfesta sálarligu heilsuna og gera sítt til at skapa betri trivnað í Føroyum. Nógvar kanningar benda á, at fleiri og fleiri fáa sálarligar trupulleikar og serliga yngri aldursbólkurin, hjá bæði okkum í Føroyum og í grannalondum okkara, siga seg vera ringast fyri sálarliga. Vit kunnu blíva við at kjakast um, hví støðan er, sum hon er, men avleiðingarnar av mistrivnaði og fleiri við sálarligum trupulleikum eru veruleiki. Ymiskt gott verður gjørt fyri at betra um støðuna, men vit eru ikki komin á mál, og størri raðfesting av sálarligari heilsufremjan er neyðug á fleiri stigum, tí vit í størri mun mugu seta átøk í verk í Føroyum, sum fremja trivnað.

Kommunur og feløg bjóða til áhugaverd tiltøk

Okkara samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu gera sítt til, at borgarar í Føroyum gerast tilvitaðir um týdningin av at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna og raðfesta virksemi, har tú ert virkin, partur av einum felagsskapi og hugbundin í onkrum, sum gevur tær kenslu av gleði og meining. Tí vilja vit í ABC vikuni eggja øllum til at hyggja at áhugaverdu ABC skránni, sum er ein skrá við ókeypis tiltøkum fyri almenningin. Skráin inniheldur m.a. fyrilestrar, konsert, bindiklubb, kvinnumøti, kondibingo, pubquiz og so hava ein rúgva av ítróttarfelagsskapum og frítíðartilboðum opið hús og geva tær møguleikan fyri at royna nýggj frítíðarítriv. Okkurt er fyri nærum allar aldursbólkar. Umframt almennu skránna, skipa stovnar, kommunur og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu eisini fyri innanhýsis átøkum gjøgnum ABC vikuna fyri borgarar, ið tey hava samband við.

ABC skráin 2022 kann takast niður her.

Nýtt tilfar til ABC vikuna

Í ABC vikuni fara vit at almannakunngera ein nýggjan ABC film, sum m.a. er eitt dømi um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna, hóast tú hevur sálarligar avbjóðingar. Boðskapurin “ver virkin, ver saman og ver hugbundin” er fyri øll uttan mun til, um tú hevur sálarligar trupulleikar ella ikki.

Í gjár almannakunngjørdu vit “Virkin oktober 2022” álmanakkarnar, sum eisini kunnu virka sum ein áminning um at raðfesta virksemi í gerandisdegnum, sum hevur eina góða ávirkan á sálarligu heilsuna. Tú kanst fáa hendur á álmanakkunum til børn, ung og vaksin her.

So hygg at ABC skránni og vita, um okkurt er fyri teg. Bjóða gjarna onkrum við tær til tiltøkini og hugsa annars um, hvussu tú kanst gera okkurt gott fyri teg og onnur í ABC vikuni.

Góða ABC viku

Fólkaheilsuráðið