05. desember 2014

6. flokkur í Sørvági heiðraður

Tað vóru 21 glaðir og spentir næmingar í 6. flokki í Sørvágs skúla, sum hósmorgunin fingu vitjan av Fólkaheilsuráðnum. Orsøkin til vitjanina var, at hesi røsku børnini vunnu fetteljarakappingina hjá Fólkaheilsuráðnum, sum gekk fyri seg í tríggjar vikur í november mánað.

 Tað vóru 21 glaðir og spentir næmingar í 6. flokki í Sørvágs skúla, sum hósmorgunin fingu vitjan av Fólkaheilsuráðnum. 

Orsøkin til vitjanina var, at hesi røsku børnini vunnu fetteljarakappingina hjá Fólkaheilsuráðnum, sum gekk fyri seg í tríggjar vikur í november mánað. 

- Hesin flokkurin er nú prógvaður at vera villasti flokkur í Føroyum, flennir flokslærarin, Joan Hovgaard. Hon fortelur, at børnini hava verið so ófør at røra seg seinastu tríggjar vikurnar. 

- Fyri at fáa talið av fetum upp hava tey gingið úr Sørvági og út á Bø. Onkuntíð fleiri ferðir um dagin. Ein dagin hevði allur flokkurin fleiri enn 40.000 fet, greiðir Joan frá. Hon vísir á, at øll í flokkinum íðka ítrótt eftir skúlatíð, fleiri av teimum eisini við fleiri ymsum deildum og onnur í fleiri ymsum ítróttargreinum. 

 

Glað fyri sigurin

Næmingarnir halda, at tað hevur verið eitt sindur hart, og hendan hósmorgunin í desember, verða tey lønt fyri stríðið. 

Skipað varð fyri eini hugnaløtu við góðum morgunmati, har ein partur av vinningunum vórðu handaðir og seinni heiðraði skúlastjórin, Jóhannis Joensen, tey á morgunløtuni á skúlanum. Har fingu tey handað eina jólakurv og onkran vinning afturat. 

Góði arbeiðsinnsatsurin hjá 6. flokki í Sørvágs skúla hevur eisini smittað hinar árgangirnar í skúlanum, tí fleiri bóðu um at sleppa at vera við í eini fetteljarakapping aftur. 

- Tað hevur verið virkuliga stuttligt at fylgja við, hvussu tað hevur gingist tykkum og hinum skúlunum hesar seinastu vikurnar. Stuttligt at síggja, at tit hava oksað og barst fyri sigrinum, og eg má siga, at tit hava veruliga verið ófør, segði Ingrid Bjarnastein, átaksleiðari í Fólkaheilsuráðnum, sum saman við Poulu Patursson var í Sørvági hósmorgunin. 

Vinningarnir vóru ein jólakurv við jóladekoratión og øðrum góðum, ein gávuposi frá Føroya Tele, bókin "Børnini borðreiða", atgongumerki til Føroyar - Grikkaland í 2015 og fimm fótbóltar og fýra pør av málmanshandskum. 

Hjartaliga til lukku, 6. flokkur í Sørvágs skúla!