17. mai 2016

31. mai Roykfríur

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:a. Børn yngri enn 7 árb. 7-10 árc. 11-14 ár Ein vinnari verður...

31. mai Roykfríur

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:

a.      Børn yngri enn 7 ár

b.      7-10 ár

c.      11-14 ár

 

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn.

 

Støddin á tekningunum skal vera 10x10 cm – ikki størri og ikki minni.
Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.
Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.
Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:

“Royking sokkar”

“Sigarettir sokka”

“Roykfrítt rokkar”      

Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.

Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 18. mai kl. 12. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna handar virðislønirnar á torginum í SMS týsdagin 31. mai kl. 17, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.

Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.

Tekningarnar skulu sendast til:            Fólkaheilsuráðið,  J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn