01. januar 2022

250 hava meldað seg til sms-skipanina í 2021

Í desember mánaði meldaðu 68 føroyingar seg til sms-skipanina hjá Fólkaheilsuráðnum, og í mai - juni 2021 vóru tað 70, sum meldaðu til – hetta seinasta skyldast, at altjóða roykfríur dagur var hin 31 mai.

Roykingin er í støðugari minking. Seinastu kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum vísa, at 17% av teimum vaksnu føroyingunum roykja dagliga. Hetta var fyri 20 árum síðan meira enn dupult so nógv, sum tað er nú, tá vit lógu á 39 prosentum.

ESPAD-kanningin frá 2019 vísti, at tey 15 ára gomlu liggja nú niðan fyri 7% í dagligari royking, samanborið við fyri 10 árum síðan, har tað vóru tríggjar ferðir so mong, nevniliga 20% av teim 15 ára gomlu. Tað verða kanska hesi, sum fara at vísa teimum vaksnu vegin til tað roykfría lívið – hvør veit?

Í mai søgdu vit frá, at 80% av teimum, sum roykja – ynskja at leggja av. Kanningar vísa, at ein helmingur av teimum, sum melda til sms-skipanina - vinna á roykingini. Hagtøl siga eisini, at fyri hvørja ferð, tú hevur roynt at leggja av, uttan at tað hevur eydnast, eru sannlíkindini fyri, at tað ber til næstu ferð, størri enn frammanundan.