13. januar 2020

180 hava meldað seg til roykiátakið um ársskiftið

180 fólk hava meldað seg til átakið ”Kom og legg av 2020”. Fólkaheilsuráðið fegnast um stóru luttøkuna og vísir á, at enn ber til at melda seg til átakið.

Sms-skipanin hjá Fólkaheilsuráðnum virkar alt árið, tó koma tær flestu tilmeldingarnar um ársskifitð, soleiðis er eisini í ár.

Melda til við at senda eitt sms við tekstinum: gevst til nummar 1919

Royndirnar frá hinum árunum hava víst, at nógv melda seg til ígjøgnum januar mánað, so vit rokna við, at tað koma nakrar tilmeldingar afturat.