Síðan verður ikki dagførd, víst verður til heimasíðuna hjá Heilsustýrinum www.hst.fo

12. mars 2021

Virkin Vágur: Kom og legg av

Fyriskipararnir av Virkin Vágur eru so mikið væl nøgdir við átakið, at tað bæði heldur fram og verður útbygt við at leggja av at roykja.

Samstarvið millum Vágs kommunu og Fólkaheilsuráðið heldur fram. Í døgunum 15. til 24. mars verður sjóneykan sett á royking og tað at leggja av at roykja.

Býráðið í Vági hevur sett sær fyri, at heilsan hjá borgarunum skal raðfestast hægri. Fyrsta heilsuátakið hjá kommununi í ár var Virkin Vágur, sum koyrdi allan februar mánað, har heilsufremjandi tilboð í kommununi vóru lýst og onnur vóru ment til átakið. Í alt vóru 65 almenn tiltøk í Vági í februar mánað, og luttøkan til tiltøkini var sera góð. Nú verður bygt uppá Virkin Vágur heilsuátakið og saman við Fólkaheilsuráðnum verður sjóneykan sett á royking og tað at leggja av at roykja. Í 10 dagar koyrir átakið Virkin Vágur: Kom og legg av, har tiltøk og tilboð verða fyri borgarar í kommununi.

Byrjað verður mánadagin 15. mars, tá Magni Mohr frá Fólkaheilsuráðnum kemur í Miðlatún, at greiða frá um royking og hvørja ávirkan royking hevur. Fyrilesturin verður kl. 19.00. Týsdagin 16. mars skipar Vágs kommuna saman við Fólkahelsuráðnum fyri tveimum skeiðum um at leggja av. Talan er um tvey 1,5 tíma skeið, har undirvíst verður í 1 tíma og hálvur tímur er settur av aftaná undirvísingina til prát og drekkamunn. Kl. 13-00 til 14.30 verður fyrsta skeiðið og næsta skeiðið byrjar kl. 16.00. bæði skeiðini verða í Miðlatúni. Avmarkað pláss er til hvørt av skeiðinum. Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til info@vagur.fo. Í samband við átakið, so verða eisini QR-kotur klistraðar á øll stubbarør á kommunalum bygningum, sum vísa til kunningartilfar um roykistop.

Ein Facebook bólkur er stovnaður, har borgarar, sum ætla at gevast og sum hava lagt av at roykja, kunnu stuðla hvørjum øðrum og deila góð hugskot. Bólkurin eitur Virkin Vágur: Kom og legg av. Í bólkinum er eisini roykistop vegleiðari, sum kann stuðla og vegleiða.

Fólkaheilsuráðið hevur eisini sms skipan, har tú kanst sms’a ‘gevst’ til 1919. Við at sms’a til 1919, so fær tú sms sendandi í tveir mánar. Sms’ini eru ókeypis og ein kann altíð melda seg til skipanina.

Virkin Vágur verður ikki slept. Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, undir Frítíð, finnir tú Virkin Vágur í menulinjuni. Við at trýsta á Virkin Vágur, fær tú eitt yvirlit yvir hvørji heilsufremjanditilboð eru í kommuni hvørja viku. Út yvir at hetta tilboð er gott fyri allar borgarar, so er tilboðið um at síggja heilsufremjandi tilboðini í kommununi sera gott fyri teimum, sum nú fara at leggja lívsstílin um og leggja sigarettirnar á hillina. Fólkaheilsuráðið upplýsir, at tað er sera umráðandi at hava okkurt at takast við, meðan lagt verður av at roykja, og her kunnu tey heilsufremjandi tilboðini gera mun.