10. juni 2021

Nýggj kostráð

Við støði í greiningum av kostvanum hjá føroyingum í stóru fólkaheilsukanningini "Hvussu hevur tú tað?", síggja vit ein tørv á at varpa ljós á kost og eru tí farin í holt við at gera nýggj kostráð.

Kanningin vísir, at tað, sum vit halda, kanska ikki altíð er soleiðis í veruleikanum, t.d. hava vit hildið, at føroyingar eta nógvan fisk, men kanningin vísir, at fiskur liggur væl aftan fyri kjøt á listanum yvir døgurðamat, meðan vit eta nógv meira kjøt enn ráðiligt er. Eisini vísir kanningin, at vit eta alt ov lítið grønmeti.

Kanningarnar vísa harafturat, at yvirvekt og fiti eru ein vaksandi trupulleiki í Føroyum. 62% av føroyingum hava eitt BMI oman fyri 25, og talið av teimum við ógvusligari yvirvekt (BMI >30) er eisini vaksandi. Tí er umráðandi at varpa ljós á góðar og sunnar kostvanar.

Almennu kostráðini
Kostráðini taka støði í norðurlendsku kostráðunum, sum eru samansett av einum norðurlendskum toymi av serfrøðingum. Vit hava føroyskað ráðini og taka tí eisini støði í tí føroysku mentanini og avbjóðingunum í matvanunum hjá føroyingum. Til hetta arbeiðið hava vit brúkt bæði kostfrøðingar og málfrøðingar.

Boðini í kostráðunum eru millum onnur hesi:

  • et nógv meira grønmeti og frukt
  • et minni kjøt og meira fisk og bjølgfruktir
  • et fullkornsríkan mat

Bjølgfruktin hevur ikki verið so vanlig í føroysku matmentanini, og tað verður spennandi at fáa meira av hesum í okkara matgerð í Føroyum.

Kostráð og umhvørvi
Eins og onnur lond hava vit valt at taka umhvørvisliga sjónarhornið við í kostráðini og vísa á, hvussu vit kunnu vera umhvørvisvinarlig, tá ið vit velja, hvat vit eta. Alt, sum vit eta og drekka, hevur stóran týdning fyri umhvørvið. Hetta kemst av, at framleiðslan av matvørum elvir til útlát av vakstrahúsgassi, og kallast hetta matvørukolevnisfótaspor.

Kostvanar
Tað er umráðandi at hava góðar kostvanar. Vanar verða lagdir tíðliga í lívinum, og er tað umráðandi, at góðir kostvanar verða lagdir í børnini. Tí fara vit at byrja við at fara út á stovnar og skúlar at greiða frá kostráðunum og koma við hugskotum um, hvussu vit borðreiða við heilsugóðum mati, sum tekur støði í nýggju ráðunum.

Almennu kostráðini – góð fyri heilsuna og umhvørvið
Kostráðini við heitinum “Almennu kostráðini – góð fyri heilsuna og umhvørvið” eru tøk sum faldari og plakat á okkara heimasíðu.