Corona virus

Tíðindi

 
 
 
 
5. mai 2021 | kl. 12:55

Aldursmarkið flutt fyri tey í vandabólki

Nú kunnu fólk í aldrinum 45-54 ár, sum eru í vandabólki, eisini bóka tíð til koppseting. Í morgin kunnu øll, sum eru 45 ár og eldri, bóka tíð á corona.fo.

Yvirlit yvir vandabólkar sæst her.

Persónar í vandabólki hava framíhjárætt at bóka tíð til koppseting. Reglan er, at fyrsta dagin latið verður upp fyri at bóka tíð til koppseting í tí einstaka aldursbólkinum, fáa tey í serligum vandabólkum framíhjárætt at bóka sær tíð - tað kunnu vera fólk við krabbasjúku, sjúku í nervalagnum, lungasjúku, hjartasjúku, diabetes og so framvegis.

Eftir tann dagin kunnu øll, sum hoyra til aldursbólkin, bíleggja sær tíð á jøvnum føti.

Nógv koppingarevni á veg

Í dag kemur sending við fleiri enn 6.500 skamtum av koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech og væntandi kemur sama nøgd aftur um tvær vikur. Hetta er tó ikki endaliga váttað.

Covid19 - føroysk hagtøl

Status Covid19 - 5. mai kl. 12:30 tal av fólki

hava fingið staðfest smittuna

668

smittað í løtuni

5

eru vorðin frísk aftur

662

eru í sóttarhaldi

20

eru kannað fyri smittuna

254.495

eru innløgd á sjúkrahúsi

0

deyð

1

seinast dagført 5. mai

Spritta hendur

Vaska hendurnar

Styrkivenjing á matriklinum

Nýggjar leiðreglur fyri heimkomnar útisiglarar og arbeiðandi føroyingar

Nú eru nýggjar leiðreglur galdandi fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum enn teimum, sum latið er upp fyri. Aðalmálið við skipanini er at gera tað lættari hjá hesum bólkum at lata seg kanna fyri COVID-19, tá ið hesi eru heimafturkomin til Føroya.

Nú eru serstakar leiðreglur gjørdar fyri føroyskar útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim aftur til Føroya úr øðrum londum. Nýggju leiðreglurnar merkja, at heimkomnir útisiglarar og arbeiðandi føroyingar kunnu loysast úr heimauppihaldinum skjótari við at lata seg kanna tvær ferðir. Sostatt verður heimauppihaldið fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar stytt, tó er hetta treytað av, at hesi lata seg kanna skjótast gjørligt eftir komu og aftur seks dagar eftir fyrstu kanning. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. 

Leiðreglurnar fyri útisiglarar og arbeiðandi føroyingar, sum koma heim úr øðrum enn teimum fimm londunum, eru hesar:

  1. Ferðandi fara beinleiðis í heimauppihald eftir komu til Føroya.
  2. Ferðandi skulu lata seg kanna skjótast gjørligt - helst sama dag, sum komið verður heim. Ferðandi kunnu seta seg í samband við kanningarstovuna Thetis fyri at verða kannað.
  3. Seks dagar eftir fyrstu kanning skulu ferðandi aftur lata seg kanna. Tað skulu ganga í minsta lagi fimm dagar millum fyrstu og aðru kanning. 
  4. Negativ kanningarúrslit við komu og síðani aftur seks dagar eftir fyrstu kanning loysir tann ferðandi úr heimauppihaldinum.
  5. Øll fólk, sum nýliga eru komin til landið, eiga at vera serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin.

Koronakanningarnar verða framdar á kanningarstovuni hjá Thetis í Tórshavn. Tann ferðandi rindar sjálvur fyri kanningina. Les meira og bílegg tíð til kanning á www.thetis.fo.

Landsstýrið mælir framhaldandi føroyingum frá at ferðast í onnur lond enn Danmark, Grønland, Ísland, Noreg og Týskland.

Les meira um ferðing til og úr Føroyum her.

 

Sóttarhald, sjálvboðið ella álagt

- við frástøðu steðga vit korona, Covid-19

Nógvir spurningar vísa seg at snúgva seg um sóttarhald, og hvat ein kann gera, tá ið man skal vera heima.

Spurningar, sum snúgva seg um munin ímillum at vera heima, tá ið man hevur verið uttanlands, tá ið ein hevur verið í samband við ein persón, sum hevur fingið Covid-19, og tá ið ein hevur fingið staðfest Covid-19.

Vit hava við støði í kunningini á corona.fo sett boðini grafiskt upp í eini mynd.

Sóttarhald, sjálvboðið ella álagt

Sóttarhald pdf-fíla