Virkin januar 2022

Fólkaheilsuráðið hevur nú fyri triðju ferð gjørt nakrar álmanakkar til børn, ung og vaksin, sum hava nøkur uppskot til, hvussu tú frá 1.-31. januar 2022 kanst vera virkin og gera okkurt gott fyri kropsligu og sálarligu heilsuna.

Virkin januar 2022

Álmanakkarnir

Hvønn dag í mánaðinum vísir álmanakkin á, hvussu ber til at vera virkin uppá ymiskar mátar, ið hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna. Vit vita, at tað at vera virkin kropsliga, sálarliga, sosialt og andaliga, er fyrsta stigið til at betra um sálarligu heilsuna og verja og varðveita góða sálarliga heilsu og tí eggja vit til, at vera virkin uppá nógvar ymiskar mátar.

Álmanakkarnir eru til ávikavist børn, ung og vaksin og kunnu takast niður sum pdf. ella mynd. Teir innihalda eina rúgvu av hugskotum til, hvussu tú hvønn dag í oktober kann gera nakrar smáar gerðir, sum kunnu styrkja tína sálarligu heilsu og gera, at tú kennir teg betri fyri.

Tað er upp til tín, um tú vilt fylgja uppskotunum hvønn dag, av og á, brúka álmanakkan sum íblástur, ella um tú hevur tíni egnu hugskot til, hvussu tú vilt vera virkin í oktober. Tað eru tær smáu gerðirnar sum telja, men tess meira virkin tú ert á ymiskar mátar, tess betri er tað fyri sálarligu heilsuna.

Tú kanst heinta álmanakkarnar niðanfyri