Fólkaheilsuráðið arbeiðir við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Ein týðandi partur snýr seg um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.
Fólkaheilsuráðið arbeiðir í løtuni við verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu. Monika Mohr er sett í starv í Fólkaheilsuráðnum frá 1. august 2017 og skal seta í verk og menna hesa verkætlan í Føroyum. Monika Mohr er útbúgvin cand.mag. í sálarfrøði og heilsufremjan og heilsustrategi og hevur arbeitt við innleiðandi partinum av hesi verkætlan seinastu mánaðirnar.
ABC fyri sálarliga heilsu er ein sálarliga heilsufremjandi ætlan, ið roynir at fáa einstaklingin at fara í gongd við at røkja og fremja sálarligu heilsuna hjá sær sjálvum og øðrum. Ein týðandi partur snýr seg eisini um at skapa karmar fyri trivnaðarfremjandi virksemi í samstarv við feløg, kommunur og stovnar.
Sálarlig heilsa er alt tað, ið ger lívið vert at liva, og tað hevur eins stóran týdning, at vit styrkja okkara sálarligu heilsu eins og okkara likamligu heilsu. Við at vera virkin á ymiskan hátt, partur av einum felagsskapi og at gera ymiskt við fullum huga, ið gevur meining fyri einstaklingin, kunnu vit styrkja og bøta um okkara sálarligu heilsu. Hetta er av stórum týdningi fyri trivnaðin hjá okkum menniskjum. ABC fyri sálarliga heilsu er fyrsta granskingargrundaða átakið, sum er fyri øll.
Ætlanin hevur í sær ráð, sum vit møguliga ikki fáa raðfest, hava orku til í gerandisdegnum, ella sum vit longu kenna, men hava gloymt. Hesi ráð eru ein einføld, ítøkilig og jalig leiðbeining, sum vit kunnu taka til okkum fyri at styrkja okkara sálarligu heilsu: